Vilja hava okkum at dansa meir

Dansur er góður fyri kropp og sál – og hann fyribyrgir, sigur Fólkaheilsuráðið

Fólkaheilsuráðið sigur, at tey hava mangan heitt á fólk um at koyra sín yndis tónleik hart frá, og dansa sum um at eingin sær. Tað hava tey gjørt, tí tey vita, at dansur kann hava góða ávirkan á bæði kropp og sinn.

 

Nú sigur Fólkaheilsuráðið í eini fráboðan, at tey hava fingið ein nýggjan samstarvsfelaga, ið nevniliga leggur dent á júst hetta. Sostatt er dansifelagið, Dansifrøi, nú eisini ein partur av ABC fyri sálarliga heilsu, sum eitt serligt tiltak undir Fólkaheilsráðnum.

 

Í Dansifrøði læra tey fólk at dansa saman við øðrum. Hettar merkir, at ístaðin fyri at dansa í einsemi heima í stovuni, lærir fólk at dansa saman við øðrum, samstundis sum at tey eru ein partur av einum felagsskapi.

 

Nevndin í Dansifrøi sigur í fráboðanini, at at tá ið vit dansa, verða vit løtt í sinni. Vit røra okkum, flenna og menna okkum, samstundis sum vit eru við í einum góðum tryggum felagsskapi.

 

– Dansur hevur góð ávirkan á børn, ung og vaksin. Dansur er góður fyri heilsuna og er við til at knýta sambond ímillum fólk, siga tey. Tey siga, at umframt at vera heilsufremjandi fyri kropp og sál, er dansur eisini fyribyrgjandi. Tað er gott at børn, ung og vaksin duga at dansa, so at tey heldur fara í dans enn í býin til at drekka.