Vilja hava ræðið á egnum viðurskiftum

?Vit vilja hava ræðið á egnum viðurskiftum.Vit tosa tó ikki um suverenitet, men um eitt slag av víðkaðum sjálvstýri, sigur Lars Emil Johansen, umboð fyri Grønland á Fólkatingi og limur í Norðuratlantsbólkinum

Politikkur/Samrøða

Lars Emil Johansen er ein av teimum kendastu og trúgvastu politikarunum í Grønlandi. Júst nú situr hann á Fólkatingi umboðandi Grønland og Siumut. Hann hevur sitið á Fólkatingi frá 1973 til 1979, og hann hevur eisini verið formaður fyri landsstýrið í Grønlandi í árunum frá 1991 til 1997.
Hann hevur seinastu fýra árini ikki verið aktivur í politikki, har hann hevur verið stjóri í Royal Greenland. Hann fór sjálvboðin úr hesum sessi á nýggjárinum, tá hann avgjørdi at stilla upp til fólkatingsvalið.
Støðan hjá grønlendska vinnulívinum er nógv merkt av, at rækjuprísurin er so mikið lágur, soleiðis at korini ikki eru tey bestu.
Lars Emil Johansen hevur verið á vitjan í Føroyum saman við Kuupik Kleist og Tórbjørn Jacobsen. Bæði Lars Emil og Kuupik hava eitt ynski um víðkað sjálvstýri, har Grønland fær ræðið á egnum viðurskiftum.
Hvussu er støðan í Grønlandi nú. Hvussu er við sjálvstýristilgongdin, og hvussu er stemningurin fyri øktum sjálvstýri í Grønlandi?
?Støðan er tann, at tað fyrrverandi landsstýrið, ið varð skipað millum Siumut(Javnaðarflokkurin) og Inuit Ataqatigiit, setti eina sjálvstýrisnevnd, ið skuldi hyggja nærri at møguleikanum at gera Grønland meira sjálvstøðugt innanfyri ríkisfelagsskapin, og teir skulu lata eina frágreiðing inn í summar.
Eftir hetta skulu grønlendskir myndugleikarnir taka støðu til, hvat er rættast at gera í framtíðini, um mann ynskir at eitt stig nærri sjálvstýri.
Tá tú spyrt um stemningin, so eg havi merkt í sambandi við valstríðið til fólkatingsvalið, at fólk hava tikið hetta meira til sín. Eg kenni tað soleiðis, at tað er stórur partur av fólkinum, ið veruliga ynskja sjálvstýri. Eg og Kuupik (Kleist, blðm.) hava hvør í sínum lagi formulerað ein politikk, ið leggur upp til sjálvstýri. Vit tosa tó ikki um suverenitet, men um eitt slag av víðkaðum sjálvstýri ? kanska eina víðkan av heimastýrislógini. Eg leggi serliga stóran dent á, at vit ynskja at gera okkum fullkomiliga leys frá Danmark ella vit vísa hatur móti dønum. Vit vilja bert sjálvir sleppa at ráða, hvat hendir í Grønlandi og hvørjar avtalur verða gjørdar um Grønland. Tað er ógvuliga hugstoytt fyri meg, tá eg frætti um, at atomvápn hava verið goymd í Grønlandi, uttan at vit hava vitað nakað um hetta. Vit vilja sjálvir vita, hvat Grønland verður nýtt til. Tað er eisini ógvuliga harmligt fyri meg, at uttanríkisráðharrin kann bjóða Grønland út, uttan at vit vita nakað um tað. Vit hava víst, at vit kunnu gera avtalur sjálvir, og tað vilja vit fegnir haldaáfram við at gera. Vit vilja sjálvir ráða yvir egnum viðurskiftum.

Í Føroyum hevur sitandi landsstýrið roynt fleiri leiðir til at koma nærri sjálvstýri/fullveldi hesi seinastu fýra árini. Hava grønlendskir myndugleikar sett nakra ávísa kós út í kortið?
?Tað kann eg sum so ikki svara uppá, tí eg eri ikki partur av landsstýrinum ella samgonguni í Grønlandi.
Tann sess, ið eg havi á Fólkatingi, vil eg nýta til at økja um møguleikararnar hjá Grønlandi at gerast politiskt sjálvstøðugt og við tíðini eisini búskaparliga sjálvstøðug. Eg havi tó varnast, at tað er sera trupult at gera nakað munandi, tá tú stendur einsamallur. Tí havi eg eisini tikið stig til at stovna Norðuratlantsbólkin. Eg skal vera tann fyrsti til at siga, at tað er harmiligt, at Lisbeth L. Petersen ikki er við, men eg havi bjóðað henni við og tosað við hana persónliga, men hon ynskti ikki at luttaka. Vit høvdu staðið sterkari fýra, men eg skilji á lagnum upp á fleiri mátar, at Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin ikki riggað so væl saman.
Eg trúgvi øll í Føroyum og Grønlandi eru samd um, at stigvíst at minka um blokkin, men hetta hetta skal sjálvandi gerast forsvarligt.

Tú hevur verið í leiðsluni hjá Royal, sum eisini hevur nógvar føroyingar á lønarlistanum. Hvussu verður við leiklutinum hjá hesum í framtíðini. Ynskja til framhaldandi at nýta føroyskar menn á brúnni. Á fundinum sunnukvøldið viðmerkti tú m.a., at tað er ein trupulleiki við dønum í Grønlandi, ið ikki seta seg inn í mál og mentan?
?Sjálvandi hava vit eitt ynski um, at grønlendingar koma at vera á brúnni á grønlendskum skipum. Vit eru tó á ongan hátt ónøgdir við føroyingar. Teir føroyingar, ið sigla við grønlendskum skipum, eru heldur ikki við, tí teir eru føroyingar, men teir duga hatta arbeiðið.
Munurin millum danir og grønlendingar er nógv størri enn munurin millum føroyingar og grønlendingar. Vit líkist upp á fleir mátar. Vit líknandi mentan, livihátt og matvanar fyri nevna nøkur dømi.
Danir hava ikki víst sama hegnið til at verða integreraðir í Grønlandi sum føroyingar. Tað finnast sjálvandi danir, ið duga grønlendskt og eru væl innií mentanini, men sum heild eru teir ikki serliga væl inní mentan og máli í Grønlandi.
Eg kundi hugsað mær, at danir vísti meira respekt mótvegis grønlendingum við at seta seg inn í mál og mentan. Vit mugu eisini seta størri krøv, men vit mugu samstundis ásanna, at tað er trupult at læra grønlendskt.

Tú hevur verið fortalari fyri tí sokallaði ?Base-økonomiini?. Kanst tú greiða frá, hvat hetta er fyri nakað?
?Nú hevur mann í nógv ár nýtt pláss í Grønlandi til hernaðar basir. Hetta hevur Danmark tikið sær av higartil, men hetta vilja vit gjarna sjálvir sleppa at taka okkum av. Tað snýr seg um at fáa nakað fyri nakað. Vilja amerikumenn nýta basustøðir í Grønlandi til trygdarpolitikk, so kann tað hugsast, at amerikumenn kunnu vera góðir fyri okkara búskap. Tað er ikki haldgott í longdini, at vit móttøka eina samlaða veiting um 3,5 mia. (alt íroknað, blðm.). Tað er heldur ikki vist, at danir ynskja og kunna gjalda allar hesa pengarnar í framtíðini. Vit mugu hyggja at alternativum inntøkumøguleikum fyri grønlendska búskapin. Har er tað ikki meira enn rímiligt, at vit sjálvir sleppa at samráðist við amerikumenn og møguliga onnur um teirra virksemi í Grønlandi.
Harafturat er tað nógv, ið týður uppá, at danir spara pening til NATO orsakað av støðunum í Grønlandi og Føroyum.

Tað er einki yvir at dylja, at Grønland hevur svárar sosialar trupulleikar. Hvussu ávirkar hetta grønlendska samfelagið í dag?
?Flestu trupulleikararnir á tí sosiala økinum skyldast rúsdrekkamistnýtslu. Sjálvur havi eg eisini verið í viðgerð fyri rúsdrekkatrupulleikar, soleiðis at eg ikki drekki meira. Eg haldi, at myndin oftani verður gjørd eitt sindur ov døpur. Tað eru framvegis stórir trupulleikar við rúsdrekkamisnýtslu, men eg meti tað ganga tann rætta vegin. Tað er ikki á sama hátt ?inn? at ganga fullur og at drekka nógv, sum tað var fyrr. Tey ungu hava tikið eitt øðrvísi drekkimynstur til sín, og eg haldi, at støðan er batnað.
Tað er eingin skomm at hava ein rúsdrekkatrupulleika, men tað er ein skomm ikki at gera nakað við tað.


Hvussu upplivir tú tað føroyska samfelagið í dag í mun til áður?
?Eg haldi tað vera sera flott og hugvekjandi, at føroyska samfelagið er komið sær so væl eftir sváru kreppuna. Harafturat er tað hugaligt at síggja eitt føroyskt samfelag, sum hevur ein føroyskan høvuðsstað í allar mátar er føroyskt, tá Grønland í stóran mun kann tykjast danskt útattil.
Tó upplivi eg støðuna í Føroyum soleiðis, at alt verður politiserað, og hetta er óheppið, tá tú ætlar at taka verulig felagstøk. Eg eri tó sera glaður fyri at vera í Føroyum og fegin um framgongdina í føroyska samfelagnum.