Vilja hava rætt at fiska við húki á friðaðum leiðum

Tað hevði lætt munandi um hjá útróðrinum, uttan at tað hevði nervað fiskastovnarnar tað allarminsta, sigur Essa Petersen

Landsfelag Vinnurekandi Útróðrarmanna, LVÚ, hevur nú heitt á Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharra, um at geva útróðrarbátum loyvi at fiska á nøkrum friðaðum leiðum.

Fyrra áheitanin er viðvíkjandi Norðhavinum, sum er friðað fyri allan reiðskap í gýtingartíðini hjá toski.

LVÚ heitir nú á fiskimálaráðharran um at loyva snellubátum og snelluskipum at fiska í økinum.

Felagið sigur, at í løtuni er tað so, at stórir línubátar royna inn á seks fjórðingar, har eisini nógvir útróðrarbátar royna.

? Tá ið øki verða friðað, sigur tað seg sjálvt, at tað treingist um hjá øllum línuflotanum.

Hetta er til stóran ampa fyri teir menn, sum dagliga rógva út á hesum leiðum og sum ikki hava aðra inntøku enn tað, sum teir draga úr sjónum.

Línubátarnir liggja heilt inn á seks fjórðingar, so har ber ikki til hjá útróðrarbátunum at vera.

Men av tí, at Norðhavið er friðað, noyðast teir sostatt heilt út á 20 fjórðingar fyri at kunna fiska.

? Og hetta er alt ov langt út hjá teimum at fara, tí teir kunnu skjótt koma sær í óføri við so lítlum bátum.

? Tí heita vit á landsstýrismannin um at loyva snellubátum og snelluskipum at fiska á Norðhavinum í teirri friðaðu gýtingartíðini, sigur Essa Petersen, formaður í LVÚ.

Hann sigur, at hetta fær ongar sum helst avleiðingar fyri stovnin, tí veður og vindur ger, at tað vera so fáir dagar, tað er roynandi.

? Men hinvegin kann tað, teir fáa, hava stóran týdning fyri teir einstøku bátarnar.

Seinna áheitanin er viðvíkjandi Holinum eystanfyri.

Tað er friðað í gýtingartíðini hjá upsa. Men LVÚ skjýtur upp at tað skal verða loyvt at fiska seta línu í hesum øki í gýtingartíðini

? Men upsi fiskast ikki við línu, so ongin vandi skuldi staðist at at loyvt útróðrabátum at sett línu í Holinum.

? Hetta hevði sjálvandi gjørt ræsurnar hjá línuflotanum nakað víðari, sigur LVÚ.