Vilja hava skotvøll í Klaksvík

Klaksvíkingar vilja hava skotvøll - og tað er líkt til at teir fáa tað

Nú verður arbeitt við at gera ein skotvøll í Klaksvík. Tað eru klaksvíkingar, við áhuga fyri skjóting, sum hava vent sær til kommununa við ynski um at fáa ein skotvøll til at skjóta eftir leirdúgvum.

Og tað er líkt til at teir fáa tað, tí bæði mentanarnevndin og fíggjarnevndin hjá Klaksvíkar býráð, taka undir við tí. Men tað krevst nakað av lendisarbeiði fyri at fáa ein brúkiligan skotvøll.

Tey halda, at Kommunan skal standa fyri at gera tað lendisarbeiði, sum krevst, men tað er so býráðið sum skal taka endaliga støðu. Ætlanin er so at seta neyðugu játtanina av á fíggjarætlanini fyri næsta ár.

Tað liggur eisini í kortunum, at skotvøllurin verður úti á Bumshamri, har nógv longu er fylt upp. Tað, sum eisini talar fyri at leggja skotvøllin har, er, at tað er nakað burtur frá húsum, tað sæst ikki úr býnum og kommunan eigur longu jørðina.