Útjaðarapolitikkur
Tann nógv umrødda ?Lokal Agenda 21? ætlanin er ikki longur bara ein spurningur um umhvørvið. Nú er tað eisini blivið ein spurningur um útjaðarapolitikk.
Á býráðsfundi á Tvøroyri mánakvøldið var spurningurin um Lokal Agenda 21 til viðgerðar. Lokal Agenda 21 er tað landsumfatandi samstarvið á umhvørvisøkinum, sum ætlanin er at fáa á føtur í Føroyum.
Eftir býráðsfundin mánakøldið er tað púra greitt, at tað verður ikki treytaleyst, at Tvøroyrar Kommuna fer upp í Lokal Agenda 21 samstarvið.
Endamálið er at seta eina Agenda 21 skrivstovu á stovn. Ætlanin er, at hvør kommuna skal betala 8,50 fyri hvørt fólkið í kommununi til hesa skrivstovuna og so skal Landsstýrið betala tað sama.
Tvøroyrar Byráð hevði gjaldið til viðgerðar mánakvøldið og har varð samtykt at taka undir við tí, men undir ávísum treytum.
Tvøroyrar Kommuna samtykti at betala 8,50 krónur til eina Lokal Agenda 21 skrivstovu, men Býráðið vildi samstundis hava, at skrivstovan skuldi leggjast á Tvøroyri, har høli eru tøk til endamálið.
Fæst ikki semja um, at skrivstovan skal leggjast á Tvøroyri, vil Býráðið í øðrum lagi góðtaka, at hon verður løgd onkra aðrastaðni í útjaðaranum í Føroyum.
Men Tvøroyrar býráð samtykti eisini, at verður skrivstovan løgd í Havn, vil Tvøroyrar Kommuna ikki gjalda til hana.
Gjaldið, sum Tvøroyrar Kommuna skal betala, er 16.000 krónur.
Annars varð upplýst á býráðsfundinum, at skrivararnir í Kommunusamskipan Føroya hava róð framundir, at LokalAgenda 21 skrivstovan skal leggjast saman við skrivstovuni hjá Kommunusamskipanini í Havn, men tað góðtekur Tvøroyrar Býráð sostatt ikki.
Býráðið sigur, at tað, at leggja skrivstovuna uttanfyri Havnina er ikki annað enn fult í samsvari við útjaðarapolitikkin hjá samgonguni.
Eftir ætlan skal eitt fólk arbeiða á skrivstovuni í fyrstu syftu og at gerast skal ein fimm ára sáttmáli, har kommunurnar betala 8,50 fyri hvørt fólk í kommununi og landið tað sama.
Men hvussu Agenda 21 umsitingin fer at síggja út eftir tað, var óvist og tað vóru býráðslimir á Tvøroyri, sum væntaðu, at hon fór at veksa.
Lokal Agenda 21 skrivstovan verður ein umsiting, sum skal hjálpa og vegleiða kommununum í umhvørvismálum og ætlanin verður sett í verk sambært altjoða umhvørvisavtaluni, sum varð umdirskrivað í Rio de Janeiro í 1992, men tað er ikki fyrrrenn nú, at Føroyingar hava tikið stig til at gera eftir avtaluni.