Vilja hava Ísland sum eitt valdømi

Júst sum Løgtingið viðger uppskot um at fara aftur til ta gomlu skipanina við fleiri valdømum, umrøða íslendingar eitt uppskot um tað øvugta. Nítjan altingslimir úr øllum flokkum uttan Sjálfstæðisflokkinum hava lagt fram uppskot um at skipa Ísland sum eitt valdømi.

Uppskotsstillararnir siga í viðmerkingunum, at spurningurin um markið millum valdømini hevur ofta verið uppi og vent, og harafturat hava fólk eisini víst á, at ein atkvøða í einum valdømi telir meiri enn ein atkvøða í onkrum øðrum valdømi.