Londini í Arabisku Samgonguni samtyktu í dag at biðja ST-trygdarráðið um stuðul til at senda eina friðarvarðveitandi herdeild til Sýrialands, har deildin skal fáa enda á ófriðinum. Avgerðin varð tikin á fundi, har tey arabisku londini umrøddu, hvussu tey skulu økja trýstið á sýriska forsetan, Bashar al-Assad.
Eftir ætlanini hjá Arabisku Samgonguni skal herdeildin mannast við hermonnum hjá samgonguni og ST-hermonnum.
Arabiska Samgongan hevur samstundis gjørt av at gevast við eftirlitinum í Sýrialandi. Formliga fær avgerðin ongan týdning, tí londini tóku sínar eftirlitsmenn úr Sýrialandi longu í síðsta mánað.