Í brævinum siga tey, at tað fer at kosta Seyðisfirði millum 40 og 50 arbeiðspláss, um Smyril Line ger av at flyta siglingina úr bygdini. Tey vilja vera við, at tað er skeivt av grannakommununi Fjarðarbyggð at tingast við Smyril Line, tí tað er avtalað, at Seyðisfjørður er ferðaskipahavn har á leiðini, og tey vilja hava politikararnar at tryggja, at hetta verður so.
Millum teirra, sum hava skrivað undir brævið, er umboðsmaðurin hjá flutningsfelagnum Blue Water, Sigfinnur Mikaelsson, sum umsitur farmaflutningin hjá Norrønu. Í samrøðu við íslendska kringvarpið sigur hann, at bæði fyritøkur og einstaklingar á Seyðisfirði og aðrastaðni hava sett pengar í Norrønu fyri at tryggja siglingina.
Stjórin í Smyril Line, Rúni V. Poulsen, hevur sagt, at felagið hevur onga avgerð tikið um at skifta havn í Íslandi. Kommunustýrið í Fjarðarbyggð, har Eskifjørður er, samtykti fyri fjúrtan døgum síðani at tosa við føroyska reiðaríðið um møguleikarnar.