Vilja hava tíð at fyrireika seg

Tá ið lønarsamráðingar verða aftur í heyst, vilja pedagogarnir hava, at beinleiðis arbeiðstíðin verður sett niður, so at teir fáa fyrireikingartíð, akkurát sum lærarar

Pedagogarnir eru longu farnir at leggja lunnarnar undir næstu lønarsamráðingarnar við Fíggjarmálaráðið, sum vera longu í heyst.
Á aðalfundinum hjá pedagogfelagnum leygardagin, tosaðu tey eisini um lønarsamráðingarnar nú sáttmálin fer úr gildi 30. septembur.
Jarvin Feilberg Hansen, formaður í felagnum, staðfestir, at nógvar viðmerkingar vóru til sáttmálan.
Men skal ein reyður tráður spinnast burturúr øllum viðmerkingum, má tað vera, at pedagogar vilja nú hava fyrireikingartíð, akkurát, sum lærarar hava.
Hann vísir á, at ein vanlig arbeiðsvika er 40 tímar. Men lærarar undirvísa 27 tímar um vikuna og sostatt hava teir 13 tímar um vikuna til fyrireikingar og annað.
Og nú vilja pedagogar hava somu sømdir.
Formaðurin í felagnum vísir á, at í øðrum londum hava pedagogar fyrireikartíð. Hann nevnir at í Íslandi hava pedagogar fimm tímar um vikuna í fyrireikingartíð.
Men so hava teir hesar fimm tímarnar færri til arbeiðis inni á sjalvum stovninum.
- Tað er avgjørt nakað tað sama, vit skulu inn á í Føroyum, so hetta fer avgjørt at liggja frammaliga, nú vi skulu gera krøvini upp til komandi samráðingarnar, leggur hann afturat.
Umframt hetta vóru sjálvandi eisini nógvar viðmerkingar um lønarhækkingar og aðrar ábøtur í sáttmálanum, sum hann ikki vil nágreina enn. 
 
Kunnu brævatkvøða
Annars vóru 300 fólk á aðalfundi í Pedagogfelagnum. Felagið fekk ein nýggjan nevndarlim. Tað er Sigga Joensen úr Fuglafirði,  sum varð vald fyri Rógva Fossádal, sum ikki stilllaði uppaftur. Jógvan Philbrow stóð eisini fyri vali og hann varð afturvaldur.
Á felagnum varð eisini tann lógarbroyting gjørd, at nú er ber ikki longur til at skjóta valevni til nevndina á sjálvum aðalfundinum.
Men nú skulu valevni til aðalfund skjótast upp í góðari tíð fyri aðalfundin og so skal tað eisini bera til at atkvøða við brævatkvøðu.