Vilja hava tilfeingisgjaldið burtur úr fiskivinnuni

Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag heitir á allar politikarar um at strika tilfeingisgjaldið í fiskivinnuni.

 

- Vit halda tað ikki vera rætt, at gjald verður lagt oman á ein útvaldan bólk, sigur Jan Højgaard.

Føroya Fiskimannafelag vil hava tilfeingisgjaldið burtur úr vinnuni, og felagið hevur biðið um, at hetta verður gjørt – líka síðan gjaldið kom.

 

Tað sigur formaðurin í felagnum, Jan Højgaard, sum í dag hevur lagt eitt ljóðbrot út á heimasíðu felagsins.

 

- Vit halda tað ikki vera rætt, at ávísur bólkur verður tikin út, og at eitt gjald verður lagt oman á ein útvaldan bólk, sigur hann.

 

Jan Højgaard heldur, at tilfeingisgjaldið er eitt uppfunnið heiti, sum eftir hansara tykki ikki hevur hald í veruleikanum. 

 

- Tað verður sagt, at tilfeingisgjald skal leggjast á fiskimenn, tí avmarkað atgongd er til tilfeingið. Men, tað er eisini avmarkað atgongd hjá eitt nú lærarum. 

 

Í ljóðbrotinum vísir hann á, at lærarar hava eina útbúgving, sum teir hava fingið frá landinum. Skulu hesir so rinda vitanargjald fyri at brúka sína útbúgving? spyr hann.

 

Men, tað heldur formaðurin í Fiskimannafelagnum ikki.

 

- Kona mín er lærari, og um hon fekk hetta gjaldið á seg, so hevði okkara familja verið fátækari, sigur Jan Højgaard, sum heldur, at sama kann sigast um so nógvar aðrar yrkisbólkar í Føroyum.

 

Hann heldur tískil ikki, at myndugleikarnir eiga at velja nakran bólk út og leggja eyka byrðar á bólkin - fyri kanska at taka til ein hálønarbólk, sum tað sær út til verður gjørt í løtuni. 

Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag heitir tí á allar politikarar um at strika tilfeingisgjaldið í fiskivinnuni.

 

- Vit halda tað ikki vera rætt, at gjald verður lagt oman á ein útvaldan bólk, sigur Jan Højgaard.