Arbeiðsloysisskipanin
?Verður arbeiðsloysiskipanin sett á fíggjarlógina, metir ALS stýrið, at hetta verður fyrsta stigið á vegnum til at gera Arbeiðsloysisskipanina til ein integeraðan part av landins fíggjarviurskiftum og tað góðkennir stýrið ikki.
Hetta er ein niðurstøða, sum stýrið fyri ALS kom til eftir fund týdkvøldið.
ALS stýrið hevði fund um ætlanina hjá landsstýrinum at seta ALS á fíggjarlógina og at leggja skipanina undir Fíggjarmálaráðið.
Landstýrismaðurin í vinnumálum hevur fingið boð frá løgmanni um at gera fyribils broytingar í lógini um ALS.
Tað er næstan eitt ár síðani, at Fíggjarmálaráðið skrivaði eitt álit, har mett verður, at ALS er í stríði við stýrisskipanarlógina, tí ALS er ein skyldbundin skipan og at tað tí er ein skattur.
Samstundis heldur Fìggjarmálaráðið, at tað er í stríði við stýriskipanina, at ALS stýrið hevur heimild áat broyta ALS gjaldið og at inntøkur hjá skipanini ikki standa á fíggjarlógini.
Og nú hevur landsgrannskoðarin spurt løgmann, hvørji stig hann hevur tikið til at syrgja fyri, at ALS ikki er í stríð við stýrisskipanarlógina.
Hesi boðini hevur hann sent víðari til Bjarna Djurholm, sum umsitur vinnumál og hann kennir seg noyddan at broyta skipanina so at ongin ivi verður um heimildina undir skipanini.
Men hetta hevur vakt mótstøðu, bæði hjá fakfeløgunum, sum tað sæst í hinari greinini her á síðunu, men eisini hjá stýrinum fyri ALS, sum hevði fund um málið týskvøldið.
ALS stýrið heldur, at nú skipanin hevur virkað í 10 ár uttan trupulleikar, eigur tað ikki at verða so bráðneyðugt at broyta hana nú, at tað ikki kann bíða eftirurslitinum av arbeiðnum hjá nevndini, sum ætlanin var at seta at endurskoða skipanina.
Fleiri uppskot
Men ALS stýrið sigur samstundis, at metir landsstýrismaðurin framyvir, at tað er neyðugt at gera bráðneyðugar broytingar, hevur tað fleiri uppskot um, hvussu tað kann gerast, uttan at seta ALS á fíggjarlógina.
Eitt nú ber tað til at broyta lógina fyri ALS soleiðis, at tað verður staðfest, at gjaldið er ikki skattur.
Tað ber eisini til at gera ALS skattskyldugt, so at skipanin skal betala skatt framyvir, eins og gjørt er við Realin, tí so kann ALS ikki vera ein landsstovnur.
Løgfrøðingar, sum ALS hevur spurt, eru ikki samdir við Fíggjarmálaráðnum, at ALS gjaldið er ein skattur og at ALS er ein landsstovnur.
? Men uttan at leggja seg út í kjak um hetta evni, heldur stýrið fyri ALS, at uppskotini omanfyri, loysa trupulleikarnar.
? ALS stýrið dugir ikki at síggja nakra orsøk til at tað sama ikki kann gerast fyri ALS, sum er gjørt fyri Realin, sigur stýrið fyri ALS.