Vilja hjálpa Føroyum at seta teir røttu spurningarnar

-Tað er ikki neyðugt at uppfinna hjólið av nýggjum. Vit hava royndir og vitan, sum føroyskir myndugleikar kunnu fáa nyttu av, nú spakin verður settur í siga umboð fyri norska oljuráðgevarafyritøku, sum júst hava vitjað

 

Jan Müller


Nú oljuleitingin á landgrunninum nærkast verður meira og meira tosað um tilbúgvingina í Føroyum. Umframt at tað hevur skund at fáa eina veruliga tilbúgving fyri alt landið, so hevur tað kanska eyka skund at fáa tann partin av tilbúgvingini, sum hevur atlit til komandi oljuleiting, uppá pláss. Í farnu viku vóru umboð fyri norska felagið Alliance Technology á vitjan og skipaðu fyri ymsum skeiðum í Havn. Tað var Pauli Einarsson, fyrrverandi stjóri hjá Saga Føroyar, sum hevði tikið stig til at fáa norðmenninar henda vegin.

Norska fyritøkan kann bjóða vága- og tilbúgvingaranalysur og hevur sum virkisøki sítt serstakliga umhvørvi og arbeiðsumhvørvi. Hon bjóðar projektráðgeving innan hesar tættir, sum serstakliga hava við tilbúgvingarpartin av eini oljuvinnu at gera.

? Endamálið við hesi vitjan er at kunna føroyingar um hesar tænastur í sambandi við boring við Føroyar sigur Kjell Thorbjørnsen, umhvørvisráðgevi í felagnum. Hann vísir á, at teirra fólk hava drúgvar royndir frá arbeiði við operatørfeløg, myndugleikar og veitarar til oljuvinnuna.

Kjell Thorbjørnsen sigur, at tað í Føroyum finst førleiki og ekspertisa á nógvum økjum. Tá tað kemur til tilbúgvingina er spurningurin meira um at samankoyra teir ymisku partarnar.

Á skeiðunum í Havn samanbóru teir báðir norðmenninir Føroyar við Barentshavið og plássini í Norðurnoregi. Í báðum førum verður leitað eftir olju, og er her talan um havumhvørvi, ið er sera viðkvamt og um fólk, sum liva av tí havið gevur. Tvs. at oljuvirksemi í báðum hesum økjum fer at fáa stóra ávirkan á bæði umhvørvi og fólk.

Kjell Thorbjørnsen sigur, at tað er sera umráðandi, at føroyingar duga at síggja samanhangin millum virksemi til havs og á landi, og at man brúkar tær ressursir, sum eru á staðnum. Teirra íkast kann vera at leggja viðurskifti til rættis og hjálpa myndugleikunum at seta teir røttu spurningarnar til operatørarnar longu áðrenn virksemi tekur seg upp.

? Tað er ikki neyðugt at uppfinna hjólið av nýggjum. Vit hava royndir og vitan, sum føroyskir myndugleikar kunnu fáa nyttu av, nú spakin verður settur í.

Ein av teimum týdningarmestu spurningunum at seta oljuoperatørunum er, hvørjar skipanir teir hava sett í verk fyri at ganga føroysku krøvunum á møti ? her við atliti til heilsu, umhvørvi og trygd. Hann vísir á, at tað er eisini ein stór avbjóðing fyri føroyskar myndugleikar at seta í verk intern krøv til operatørarnar.


Altjóða ídnaður

Hvussu heldur Kjell Thorbjørnsen, at føroyingar eru fyrireikaðir til eina oljuvinnu?

? Hetta er ein nýggjur ídnaður, og tí vil tað vera rætt at seta teir røttu spurningarnar á fleiri økjum. Talan er um ein altjóða ídnað, sum bæði hevur fyrimunir og vansar, har lond hava ymsar lógir og ymisk sjónarmið. Fyri Føroyar er hetta nakað heilt nýtt, og eg haldi, at okkara vitan, kann verða virðismikil fyri føroyskar myndugleikar.

Richard Heyerdahl starvast eisini hjá Alliance Technology. Hann hevur arbeitt kring alla verðina í sambandi við oljuvirksemi. Hann heldur tað hevur alstóran týdning, at føroyingar gera sær greitt, hvør hevur ábyrgd av hvørjum. Hvør m.a. skal hava ábyrgdina av at fylgja upp virksemi eitt nú innan tilbúgving bæði á landi og til havs, við atliti til umhvørvi og heilsu. Tað er eisini týðandi at seta í verk skipanir fyri innanhýsis eftirliti bæði fyri feløg í Føroyum og at spyrja eftir innanhýsis eftirliti hjá feløgunum, sum ætla at seta seg niður her.

Richard Heyerdahl heldur tað er umráðandi, at føroyingar umframt at læra av royndum og mistøkum hjá øðrum eisini laga skipanir til føroyska samfelagið. -Tit eiga at taka hædd fyri teimum virðum, sum eru her. Tað eru fiskastovnarnar, náttúran og onnur virði, sum sermerkja føroyska samfelagið.

? Samskiftið millum myndugleikar og oljufeløg er eitt sera týðandi lið í allari gongdini. At bora eftir olju kann hava við sær ?utslipp?, møguleiki er fyri vanlukkum bæði á menniskju og umhvørvi og tekniska útgerð. Tað setir krøv til samfelagið at vera væl fyrireikað. Ein slík fyrireiking byggir á, at tú hevur verið gjøgnum allar vandar og vandastøður og hevur fyrireikað føroyska samfelagið til at handfara hetta. Handfaringin snýr seg um forstáilsi, støðutakan og tekniskar møguleikar og fólk til at gjøgnumføra nakað.

Hann vísir á, at tað at seta røttu spurningnar er so eitt. Men at evaluera, tvs. at koma aftur til myndugleikarnar og gjøgnumføra eina ætlan, sum kann byggja upp eina framtíðar trygga og góða handfaring av hesum operatiónum, er eisini avgerandi fyri úrslitið.

? Sjálvsagt skulu krøv setast til operatørarnar, men hesir vísa ikki aftur slíkum krøvum, tí tað við tíðini er vorðið av alstórum týdningi í altjóða kappingingi at vera eitt felag, sum ongar vanlukkur hevur og uttan dálking sigur Kjell Thorbjørnsen, sum heldur størsta trupulleikan hjá føroyingum í dag vera manglandi samankoyring av ymsum pørtum av samfelagnum og at ábyrgdin ikki liggur nóg greið. Føroyingar eiga at hyggja meira eftir hesum við ábyrgd, planlegging, at seta ting í verk og upplæring. Hetta við hugburði og støðutakan hevur nógv at siga.

? Ein valukka t.d. kann kosta milliardir. So ein kann síggja, hvussu nógv kann sparast við at fyrireika seg væl og leggja dent á heilsu, trygd og umhvørvi sigur hann og endurtekur, at tað er týdningarmikið, at føroyskir myndugleikar seta síni krøv til hvønn einstakan operatør. Men har vita vit eisini, at operatørarnir sjálvir royna at hava hesi viðurskifti í lagi og royna at taka hædd fyri heilsu, trygd og umhvørvi, fyri at teirra egnu fólk og onnur virði verða væl røkt. Tað ræður um í felag at byggja nakað upp, sum er sermerkt fyri Føroyar, nakað, sum tekur hædd fyri júst hesum samfelagnum.