Útlendingar vilja fegnir hoyra okkara sjónarmið um grindadráp. Tað sigur Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum. Nú illa gitni umhvørvisfelagsskapurin, Sea Shepherd, er komin til Føroya í summar, eru eisini fleiri útlendsk tíðindafólk komin higar at kunna seg um grinddráp.
Men ímeðan tey í Sea Sheperd ikki vilja lurta eftir nøkrum, vilja hesi útlendsku tíðindafólkini fegin eisini hoyra okkara sjónarmið um grindadráp. - Eg havi als einki ímóti at tosa við útlendskar fjølmiðlar, tí tað hjálpir at tosa við tey. Tey eru fitt og fryntlig og eru eisini áhugað í at hoyra okkara sjónarmið.
Í hesum sambandi hevur Ólavur Sjúrðarberg tosað við fleiri útlendsk tíðindafólk í seinastuni og hevur greitt teimum frá veruleikanum um grindadráp. Tey fjølmiðlafólk, hann hevur tosað við, eru sjónvarpsfólk úr Fraklandi og úr USA.
Ólavur Sjúrðarberg sigur, at tey í Sea Shepherd brúka ikki vanligu fjølmiðlarnir so nógv, tí har hava tey ikki tamarhald á boðskapinum, sum fer út. - Tí brúka tey sosialu miðlarnar rættiliga nógv, tí har sleppa tey at borðreiða við tí boðskapi, tey vilja.
Ólavur Sjúrðarberg sigur, at hann hevur greitt útlendsku tíðindafólkunum frá, at grind er ein partur av tí virðisgrundarlagi tað er at verða føroyingur. Virðisgrundarlagið undir okkara tjóð, er, m.a. maturin vit fáa úr havinum.
Grindadráp er um rættin at gagnnýta okkara náttúrutilfeingið burðardygt, sigur Ólavur Sjúrðarberg. Hann hevur eisini greitt teimum frá, at vit hava rætt til at heysta tað, sum kemur úr náttúruni, akkurát sum onnur heysta tað, sum teirra náttúra gevur.
- Men á landi í Føroyum er ikki so nógv at heysta, tí her veksur at kalla einki, uttan epli og rabarbur. Tí heysta vit tað, sum kemur úr havinum, bæði fisk og hval. - Eg eri opin og ærligur og royni ikki at dylja veruleikan, sigur formaðurin í Grindamannafelagnum
Hann sigur, at hann vísir teimum eisini á ymsar heimasíður við upplýsandi tilfari um grind. Í hesum sambandi vísir hann til www.whaling.fo, umframt til www.savn.fo og http://grindfacts.tumblr.com
- Eg greiði teimum frá, hvussu eitt grindadráp fyriferst og at øll fáa grindina fyri einki.- Men hvat fólk síðani gera við sína egnu grind, eru vit ikki harrar yvir. Tað kann vera so ymiskt. Summi brúka hana sjálvi, onnur geva øðrum hana og onnur selja hana, tað fáa vit einki gjørt við, sigur Ólavur Sjúrðarberg. Men verður grindin seld, eru tað í hvussu so er onnur, ið fáa gleði av tí, sigur Ólavur Sjúrðarberg.
|