Vilja ikki avmarka rentu og ómaksgjøld hjá bankunum

Samgongan vil ikki seta hámark fyri, hvussu høga rentu og høg ómaksgjøld bankarnir kunnu taka.

Tað er greitt, nú Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot frá Tjóðveldi um at seta loft á gjøld hjá peningastovnunum

Meirilutin í fíggjarnevndini, sum er Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen og Bill Justinussen úr samgonguni, heldur, at tað er ikki rætt, at tað almenna ásetir prísir á vørum hjá privatu vinnuni, tí tað skal skal fría kappingin avgera.

Tí mælir meirilutin Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin í nevndini, Kristina Háfoss, Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen úr andstøðuni, tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

- Vit vita øll, at føroyski fíggjargeirin hevur sera stóra ávirkan á tær fyritreytir, ið føroyingar, vinnulív og samfelagið dagliga mugu virka innan, staðfestir minnilutin.

Tí hevur tað týdning, at føroyskir myndugleikar støðugt tryggja, at teir karmar, ið eitt nú peningastovnarnir virka innanfyri, eru til frama fyri føroyska samfelagið, føroyskt vinnulív og føroyingar allar.

Samstundis staðfestir minnilutin, at av tí at talan bara er um tveir bankar, er ikki talan um veruliga kapping.

Tí er neyðugt, at stig verða tikin til at forða fyri, at órímiliga nógv og høg gjøld verða løgd á bankakundar, ið ikki hava møguleika at venda sær aðrastaðni enn til føroysku peningastovnarnar fyri at fáa til vegna neyðugu tænasturnar.