Vilja ikki avtaka føroysku sessirnar á Fólkatingi

Skulu føroysku sessirnir á Fólkatingi avtakast, skal tað ikki vera upp á hendan mátan


Føroyingar skulu framvegis velja tvey umboð á Fólkatingi.

Tað er greitt, nú Løgtingið viðgerð eitt uppskot um at avtaka føroysku fólkatingssessirnar.

 

Tað er Sjálvstýrisflokkurin, sum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at avtaka føroysku fókatingsessirnar.

 

Oftast hava tey bæði umboðini á Fólkatingi  umboðað vengurnar í føroyskum politikki vinstra høgra ella loysing samband. Tað hevur ført til stríð ímillum folkatingsumboðini og tað hevur neyvan gagnað føroyskum áhugamálum.

 

Tað er óheppi  at Føroyar vanliga eru umboðaðar á Fólkatingi av tveimum fólkavaldum, sum lítla ávirkan hava á politisku tilgongdina á Fólkatingið við tveimum umboðum av 179, sigur sjálvstýrisflokkurin.

 

Men samgongan er ikki samd í, at fólkatingsessirnir skulu avtakast nú.

Meirilutin í uttanlandsnevndini, sum eru umboðini fyri samgonguna, og umboðið fyri Javnaðarflokkin, Jákup Mikkelsen, Bárður Nielsen, Aksel V. Johannesen, Helgi Abrahamsen og Jenis av Rana heldur, at skulu fólkatingsessirnir avtakast, skal tað vera í eini semju í millum flestallar flokkar og tað skal vera í einum øðrum samanheingi enn við einum uppskoti til samtyktar frá einum einstøkum flokki á tingi.

 

- So leingi verandi ríkisrættarliga støða er galdandi, eiga vit at virða rættin at velja tvey umboð á Fólkating, siga umboðini fyri teir fýra flokkarnar í meirilutanum í Uttanlandsnevndini.

 

Hinvegin mælir minnilutin í nevndini, Høgni Hoydal og Poul Michelsen, Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.