Vilja ikki bíða til ein vanlukka er hend

Tað kostar onkustaðni ímillum 10 og 13 milliónir og byrjað verður í Nólsoy og í Kollafirði

 

 

– Tað er ein øgiliga stórur bági fyri ferðslutrygdina at seyður er á vegnum, men vit ætla okkum ikki at bíða til vanlukkan er hend.

 

Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.

 

Tí fer Tórshavnar býráð nú at játta eina millión krónur til at vetrarfriða bygdirnar í Tórshavnar Kommunu fyri seyð.

 

Og tá ið hon tosar um, hvussu stórur vandi, seyður á vegnum er fyri ferðsluna í Tórshavnar Kommunu, hugsar hon sjálvandi fyrst og fremst um Kollafjørð.

 

Men hon heldur, at eisini fyri trivnaðin í bygdini hevur tað týdning at fáa seyðin burtur, sum annars gongur ímillum húsini allan veturin.

 

Ein partur av vegnum í Kollafirði er landsvegur og ein partur er kommunuvegur. Men Annika Olsen staðfestir, at tað vísir seg ikki sum at landið er sinnað at gera nakað við trupulleikan.

 

– Men nú vilja vit ikki bíða longur, so nú taka vit bara neyðug stig sjálvi fyri at friða Kollafjørð fyri seyð, sigur Borgarstjórin.

 

Hon sigur, at so má slagið standa við landsmyndugleikarnar seinni um, hvussu stóran part, teir vilja rinda.

 

Annika Olsen sigur, at ein leyslig meting vísir, at tað kostar onkustaðni ímillum 10 og 13 milliónir at vetrarfriða allar bygdirnar í Tórshavnar Kommunu fyri seyð.

 

Tann upphæddin verður so sett av á eini langtíðarætlan fyri kommununa. Í ár verður so tann fyrsta milliónin sett av og hon verður so brúkt til at gera vetrarfriðingina lidna í Nólsoy og so at seta sjøtul á arbeiðið at vetrarfriða Kollafjørð.

 

Í Nólsoy eru tey komin heilt væl áleiðis, har er eftir at gera eina endaliga avtalu við eigararnar. Annars er næstan øll bygdin longu innistikað og so er eftir at gera tvey rulluportur, so fáa nólsoyingar frið fyri seyði.

 

– At vetrarfriða Nólsoy og Kollafjørð er tað, sum fyrst liggur fyri, og so koma hinar bygdirnar aftan á, sigur borgarstjórin.

 

.Annika Olsen, borgarstjóri, sigur, at tað er sera umráðandi at seyðurin fæst burtur av vegunum, áðrenn ein stór vanlukka hendir. Í uppskoti til broytingar í fíggjarætlanini fyri 2017 er skotið upp at játta eina miljón til vetrarfriðing.