Vilja ikki banna Sea Shepherd at koma til Føroya

At banna teimum at koma til Føroya, er so víðgongt, at tað stendur ikki mát við tað, sum er hent í summar

Í fyrstu atløgu fara vit ikki at taka undir við at seta lóg í gildi, sum bannar Sea Shepherd at koma til Føroya.

Tað staðfestir Eivin Jacobsen, sum er framsøgumaður hjá Sambandsflokkinum, nú Løgtingið viðgerð eitt uppskot frá Tjóðveldi um at banna Sea Shepherd í Føroyum.

Hann ivast ikki í at tað verður ein eftirmeting av vitjanini hjá Sea Shepherd í Føroyum, men tað er meiningsleyst at gera tað nú, áðrenn átakið er burtur.

 

Eivin Jacobsen sigur, at skal nakað gerast á økinum, má tað gerast á útlendingaøkinum og revsirættarøkinum, og tað er danskt málsøki.

 

Men framsøgumaðurin hjá Sambandsflokkinum heldur ikki, at tað er klókt at taka samráðingar upp við danir um at banna Sea Shepherd í Føroyum

- Tað ber longu til at vísa teimum av landinum, tað er hent í summar. Tað skal ikki meiri til at vera víst av landinum enn at vassa upp undir knø á Sandi og larma við einum jarnrøri, sigur Eivin Jacobsen.

Hann sigur, at tað er so víðgongt banna teimum at koma til Føroya, at tað stendur ikki mát við tað, sum er hent í summar.

 

Tað er ein víðgongd lóggáva, sum bara hevði givið teimum enn meiri umrøðu og tað vilja tey hava, sigur hann.

Hann heldur eisini, at tað hevði givið øðrum londum høvið at funnist at okkum, og tað er álvarsamt.

- Tað er ein veik mentan, sum má lóggeva og seta forboð fyri at verja seg og vit vinna mest við at argumentera fyri okkara sjónarmiðjum, ella tiga tað burtur.

Í fyrstu syftu fer Sambandsflokkurin ikki at taka undir við at banna Sea Shepherd at koma til Føroya.

 

- Men vit eiga at vera á varðhaldi og vindur hetta upp á seg, er støðan ein onnur, sigur Eivin Jacobsen.