Vilja ikki brúka tríggjar milliónir upp á hitapottar

Fyri einum mánað síðani samtykti býráðið at seta tveir hundadýrar hitapottar upp við svimjihøllina í Gundadali, men nú er vent i holuni

Ætlanin at seta tveir hitapottar upp við Svimjihøllina í Gundadali, er nú slept á hesum sinni. Fyri einum mánað síðani samtykti ein meirluti í býráðnum annars at teir skuldu setast upp. Men tað var tí, at Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi, fekk ikki møtt á fundi, og varalimur hennara, Jógvan Arge, gjørdi ikki mætari enn at atkvøða saman við minnilutanum.

 

 

 

Les eisini: Jógvan Arge «snýtti« meirilutan í býráðnum

 


Men av tí at talan er um eina eykajáttan, skal tað samtykkjast tvær ferðir og tí varð málið aftur fyri á býráðsfundi í gjárkvøldið. Og hesa ferð var meirilutin fullmannaður, so samtyktin at seta hitapottarnar upp, varð strikað, og nú er ætlanin so slept – á hesum sinni.

 

Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevndini, segði, at tað eru serstakliga høg krøv til hitapottar í eini svimjihøll. Bara sjálvir pottarnir kosta áleið 1,5 millión, men harafturat skal annað arbeiðið gerast fyri áleið 1,5 millión afturat til girðing, inngongd til svimjihøllina, reinsiverk, og annað.

 

Vit hava vent og snarað tí, men vit sleppa ikki uttan um, at tilsamans er talan um eina íløgu upp á 2,5 til tríggjar milliónir krónur, sigur hon. Og meirilutin í býráðnum heldur ikki, at tað er ráðiligt at brúka tríggjar milliónir upp á vælveru í svimjihøllini, soleiðis sum tíðirnar nú eru.

 

Tískil varð samtykt at sleppa ætlanin um at gera hitapottar við svimjihøllina á hesum sinni, og at taka málið upp aftur seinni.