Vilja ikki byggja íbúðir til lesandi

Landið skal ikki byggja lestraríbúðir, tí tað mugu kommunurnar og Bústaðir klára, sigur samgongan


Landskassin skal ikki lata meiri fígging til lestraríbúðir.

 

Tað heldur samgongan, og sostatt vil hon ikki taka undir við einum uppskoti frá Tjóðveldi um at landsstýrið skal taka stig til at gera eina ætlan fyri at byggja fleiri lestraríbúðir.

 

Mentanarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt málið og har hava umboðini fyri samgonguna, Bjarni Djurholm, Edva Jacobsen, Jóna Mortensen og Jenis av Rana, vent tummilin niðureftir.

 

Tey ásanna at ferð eigur at verða sett á at byggja lestraríbúðir, men tey vísa samstndis á, at Løgtingið hevur samtykt,  at lestraríbúðir skulu sleppa undan mvg og sostatt lækkar byggikostnaðurin 20 prosent.

 

Samgongan heldur at skulu íbúðir byggjast, og skal leigan vera so lág at lesandi hava ráð at búgva í teimum, mugu kommunurnar eisini taka ein virknan leiklut fyri at fáa prísin niður.

 

- Bústaðir hevur ætlanir um at byggja lestraríbúðir, og gongd kann koma á byggingina, tá ið Bústaðir fær avtalur við kommunur, eitt nú um at lata byggibúgvin grundøki til at byggja lestrarbústaðir á.

Og tí halda tey í samgonguni ikki, at landskassin eigur at gera meiri við málið.

 

Minnilutin í mentanarnevndini, sum er Gunvør Balle, Rigmor Dam og Hanna Jensen mælir hinvegin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Tey vísa á, at Meginfelag Føroyskra Studenta heldur,at tað er sera neyðugt at fáa gongd á at byggja lestraríbúðir, tí tað er stórur tørvur á tí.

 

Bústaðir siga, tað hevur hjálpt, at tað nú er mvg frítt at byggja lestraríbúðir, men at tað kortini e ringt at fáa prísin nóg langt niður.

 

Hetta kemst av at tað er dýrari at byggja í Føroyum. Men ein orsøk er eisini, at tað er dýrari at byggja lestraríbúðir enn aðrar íbúðir.

 

Tá ið tosað verður um at byggja lestraríbúðir, hugsar Bústaðir mest um Tórshavn, Runavík og Klaksvík.

 

Klaksvíkar kommuna hevur víst á øki at byggja á við góðum treytum, men Bústaðir bíðar eftir ítøkiligum útspæli frá Tórshavnar Kommunu um at seta eitt øki av til at byggja lestraríbúðir á.

 

Bústaðir sigur, at í góðum samstarvi við kommunurnar kann tað lata seg gera at byggja lestraríbúðir, sum kosta 4000 krónur í leigu um mánaðin

 

Spurningurin er um lesandi fara at hava ráð til so høga leigu, tá ið hægsti lestrarstuðul er 3.700 krónur um mánaðin, sigur andstøðan.

 

Hon heldur, at vánaligu bústaðarviðurskiftini í Havn hava ta avleiðing, at ungdómur í Suðuroy fer í stóran mun uttanlands at lesa, tá ið tey kortini skulu flyta av oynni, tí tað er so ringt at fáa tak yvir høvdið í Havn, og tær íbúðir sum eru, eru so dýrar.