– Eftirsum fleiri skeivir og villleiðandi upplýsingar um leiklut og støðu Vísindasiðsemisnevndarinnar til FarGen-verkætlanina hava verið frammi í fjølmiðlunum, vilja vit hervið upplýsa, at vísindasiðsemisnevndin eftir drúgva og holla viðgerð av fráboðaðu verkætlanini hevði so nógv fyrivarni til hesa, at nevndin tann 12. apríl 2012 boðaði verkætlanarleiðaranum frá, at FarGen-verkætlanin ikki kundi góðkennast vegna eina røð av óavkláraðum spurningum, skrivar Vísindasiðsemisnevndin í eini fráboðan.
– Leiðararnir handan FarGen-verkætlanina hava síðan kært hesa avgerð til ta donsku Nationale Videnskabsetiske Komité, sum eftir núverandi lóggávu ikki er kæruinstansur, men sum kortini er komin við vegleiðandi úttalilsi, sum stuðlar avgerð Vísindasiðsemisnevndarinnar um ikki at góðkenna FarGen-verkætlanina, sum hon er.
Vísindasiðsemisnevndin hevur saman við avslagnum fyri einum ári síðani skotið upp, at ávísar broytingar verða gjørdar í FarGen-verkætlanini, so hon møguliga kann lúka treytirnar fyri góðkenning.
– Men vísindasiðsemisnevndin hevur enn einki frætt frá leiðarunum handan FarGen hvørki eftir avslagið frá føroysku vísindasiðsemisnevndini ella eftir vegleiðandi úttalilsinum frá tí donsku Nationale Videnskabsetiske Komité, ið stuðlar avgerð Vísindasiðsemisnevndinnar um avslag uppá FarGen-verkætlanina.