Kommunusamskipan Føroya vil hava nógvar spurningar útgreinaðar, áðrenn felagið kann taka undir við nýggju penssjónsskipanini, sum ætlanin er at seta í verk á nýggjárinum. Tað ger Kommunusamskipanin púra greitt í hoyringssvari til fíggjarmálaráðið nú um dagarnar um penssjónsnýskipanina.
Endamálið er, at pensjónsnýskipanin er skattliga neutral, og tí verður í heitt á kommurnar um at lækka kommunuskattin eitt prosent, samstundis sum landið hækkar landsskattin eitt prosent.
Men á fundi um pensjónsmálið, hevur fíggjarmálaráðið róð framundir at tað skal ásetast við lóg, at kommunuskatturin skal lækka.
- Hetta fer Kommunusamskipan Føroya undir ongum umstøðum at góðtaka, tí tað
hevði verið eitt sera víttfevnd inntriv í ein hin týdningarmesta partin av kommunala frælsinum, nevniliga at áseta skattaprosentið.
Ein annar grundleggjandi trupulleiki er, at avleiðingarnar av pensjónsnýskipanini verða gjørdar upp eftir samlaða kommunala geiranum og ikki eftir hvørji einstakari kommunu, sjálvt um tað er sera ymiskt, hvussu tær ymsu kommunurnar verða raktar.
- Millum annað eru fíggjarligu avleiðingarnar treytaðar av aldurssamansetingini í einstøku kommununum og um hjúnabandsstøðan hjá pensjónistunum er og tað talar avgjørt fyri, at kommunurnar skulu sjálvar gera av, hvussu nógv kommunuskatturin skal lækka.
Kommunusamskipanin sigur, at ein annar trupulleiki við uppskotinum er, at fíggjarligu avleiðingarnar bert eru greinaðar fyri 2011 og ikki heilt fram til 2025, tá pensjónsnýskipanin skal verða fullførd.
- Lítil ivi er um at størstu sparingar við pensjónsnýskipanini liggja í, at landskassans útreiðslur til pensjónir við tíðini fara at minka munandi so hvørt sum uppsparingin hjá tí einstaka til eftirløn veksur. Politiska ætlanin er, at hesin peningur skal nýtast til at bøta um tænasturnar á eldraøkinum.
- Men gongst sum ætlað, verður eldraøkið lagt til kommunurnar at umsita 1 januar 2013, og sostatt eisini fíggjarliga ábyrgdin av eldraøkinum og tilhoyrandi tænastum.
- Tá eiga sparingarnar at koma kommunala geiranum til góðar og ikki landskassanum, sigur Kommunusamskipan Føroya.