Vilja ikki geva koppsettum fyrimun

Landsstýrið heldur framvegis fast við ikki at geva koppsettum fólki fyrimun, hóast læknafaklig tilmæli eru um tað

Hóast landslæknin hevur mælt til tað, so er lítið, sum bendir á, at landsstýrið fer at seta í gildi reglur um koronupass, sum kann geva koppsettum fólki fyrimun at virka í samfelagnum.

Higartil hevur landsstýrið hildið fast um, at munur skal ikki gerast á fólki. Og tað endurtók Bárður Nielsen, løgmaður, í tíðindunum á FM í gjár. Og við Kringvarpið segði hann, at hendan avgerðin einki hevur við tað at gera, at ein av landsstýrismonnunum, Jenis av Rana, er í móti koppseting og alment hevur kunngjørt, at hann fer ikki at lata seg koppseta.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum sigur við in.fo, at hetta fyrst má viðgerast á landsstýrisfundi og vísir á, at landsstýrið higartil ikki hevur viljað gjørt mun á fólki, sum eru koppsett og teimum, sum ikki eru koppsett.