- Eg havi fingið eina bundna uppgávu frá Løgtinginum og hana haldi eg meg til.
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, vil ikki tosa um aðrar møguleikar fyri at binda Streymoy og Eysturoy saman, uttan ígjøgnum ein privatan undirsjóvartunnil undir Tangafirði.
Sostatt er tað greitt, at eitt alternativ uppskot hjá Frank Hansen, verkfrøðingi, um at binda meginøkið í Føroyum saman við tunlum og brúgvum, verður er lagt í skuffuna.
Og har verður tað liggjandi!
- Eg havi ongar viðmerkingar til tað ætlanina, sigur landsstýrismaðurin.
Alternativa uppskotið hjá Franka Hansen varð umrøtt í Sosialinum mikudagin og eftir tí ber til at gera eina farleið ímillum flestu pláss á meginøkinum við tunlum og brúgvum, sum fer at koma nógv fleiri fólkum til góðar, enn ætlaða farleiðin við undirsjóvartunli fer at gera.
Hartil er hendan farleiðin fleiri hundrað milliónir bíligari enn undirsjóvartunnilin.
Men verður ein privatur undirsjóvartunnil gjørdir, noyðist landið at binda seg í eini 20-30 ár og tað merkir, at landið kann ikki fara undir nakrar ábøtur, sum kunnu metast at vera í kapping við privata tunnilin.
Men Kári P. Højgaard vil ikki umrøðan hendan møguleikan yvirhøvur.
Hann sigur, at hann kennir til hesa alternativu ætlanina, men ætlar sær ikki at viðgera hana.
- Eg havi fingið eina bundna uppgávu frá Løgtinginum og tað er at fyrireika ein privatan undirsjóvartunnil, og eg ætli at halda meg til Løgtingsins vilja.
- Tí er hendan alternativa ætlanin ikki viðkomandi, leggur hann afturat.
Bara ein møguleiki
Men hevur tú, sum landsstýrismaður við ábyrgd fyri økinum, ikki skyldu til at lýsa allar møgeikar, so at Løgtingið kann taka støðu.
- Nei, ikki í hesum føri, tí Løgtingið hevur álagt mær at arbeiða við eini ávísari loysn. Tað er tað einasta, eg havi heimild til og tað ætli eg mær at brúka allar kreftur upp á at halda Løgtingsins vilja, sigur landsstýrismaðurin.
Hann leggur dent á, at tískil verður arbeitt fyri at fremja eina verkætlan við einum privatum undirsjóvartunli við rundkoyring á botni suður úr Raktanga og einum armi upp á Strondum, einum armi upp á Toftum og einum armi til Havnar
Í løtuni arbeiða ráðgevarar hjá landsstýrinum fyri at finna útav, um áhugi er fyri at fíggja ein undirsjóvartunnil.
Og fyrrenn greiða er fingin á tí, hevur landsstýrismaðurin ongar viðmerkingar.
Les eisini dagsins oddagrein.