Vilja krevja pengar fyri at parkera í Havn

Privatfólk eru áhugað í at gera stór parkeringspláss í Havn

Tórshavnar Býráð fer nú at heita á landspolitisku myndugleikarnar um at fáa heimild til at seta eina skipan við gjaldsparkering í gildi í Tórshavnar Kommunu.

 

Tað sigur Jákup Dam, formaður í Teknisku Nevnd hjá Tórshavnar Býráð.

 

Tórshavnar Býráð er av teirri áskoðan, at høvdu tey sloppið at sett eina skipan við gjaldsparkering í verk, hevði tað verið eitt stórt stig á leiðini at fingið parkeringsviðurskiftini í rættlag.

 

Tað hevur Tórshavnar Býráð í fleiri ár strongt á landsmyndugleikarnar um at fáa heimild til at seta eina skipan í gjaldsparkering í gildi í kommununi, men higartil hevur tað ikki vunnið frama. Men nú fara vit at gera enn eina roynd sigur Jákup Dam.

 

Parkeringsviðurskiftini hava verið ein av stóru trupulleikunum í Havn, men enn enn er einki hent á økinum, uttan onkrar lappaloysnir her og har.

 

 

Les eisini: Vilja gera stórt parkeringspláss undir jørð í Havn

 

 

Men Jákup Dam ásannar, at hetta er ein trupulleiki, sum má loysast og hann heldur, at eitt stig á leiðini er at fáa heimild til at seta eina skipan av gjaldsparkering í gildi.

 

Hann vísir á, at tey í býráðnum hava fingið at vita frá privatfólki, at tey eru áhugað í at gera stór parkeringspláss í Havn.

 

Men fremsta fortreytin fyri tí, er, at vit fáa eina skipan vil gjaldsparkering, so at parkeringspláss verður ein íløga, sum loysir seg. Men tað er eisini greitt, at eingin bilførari fer at rinda fyri at parkera á einum plássi við gjaldsparkering, ber tað til at parkera fyri einki beint uttan fyri.

 

Ein forðing fyri at fáa eina loysn á parkeringsviðurskiftunum er, at býráðið hevur so nógvar íløgur á skránni, at tað er farið aftur um alla tíðina. Tí meta tey, at ein loysn kundi verið at útveitt uppgávuna til privat at røkja. Men so er gjaldsparkering ein fortreyt fyri tí.

 

Tí fara vit nú at heita á landspolitiska myndugleikarnar um at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið um at geva kommunum heimild til at seta eina skipan við gjaldsparkering í gildi. Inntøkurnar av gjaldsparkeringini kunnu so brúkast til at fíggja nýggja parkeringspláss, er áskoðanin hjá býráðnum.