Vilja nú eisini hava tey eldru børnini í skúla aftur

Samstundis verður mælt til at herða eftirlitið við fólki, sum kemur til Føroya

Nú er stundin komin til at eisini tey eldru børnini sleppa aftur í skúla. Tað halda tey í foreldrafelagnum, Heim og Skúli. Tey halda nevniliga ikki, at loysnin við fjarundirvísing er nøkur gongd leið longur.

Í eini áheitan á myndugleikarnar ásanna tey kortini, at tað krevur eisini, at smittuverjandi tiltøkini, sum eru sett í verk fyri tey yngru børnini, sum longu eru í skúla, verða linkað, tí tey seta so stór krøv til bæði skúla og lærarar.

Janus Vang, formaður í felagnu, sigur eisini, at hetta er ein spurningur, tey hava verið í samráð við Skúlaleiðarafelagið um.

Hann vísir á, at kanningar vísa, at fjarundirvísing er ikki nøktandi fyri næmingar við serligum tørvi av ymsum slagi

Kanninar í Danmark vís, at hjá yvir 20 prosent av næmingunum eru trupulleikar at fylgja við í fjarundirvísingini og tey halda ikki, at nøkur orsøk er til at halda, at tað er øðrvísi í Føroyum.

Harafturat vísir foreldrafelagið Heim og Skúli á, at í løtuni er eingin smittuspjaðing innanlands í Føroyum og tí mæla tey til, at teir eldru flokkarnir eisini sleppa í skúla aftur, í hvussu so er partvís.

Tey halda, at hetta kann gerast eftir íslendskari fyrimynd, at teir elstu næmingarnir fáa undirvísing nakrar fáar tímar um dagin og skulu møta ymsar tíðir - men fjórða mai verður øll undirvísing aftur sum vanligt.

Tey ásanna, at tað er ein politisk avgerð um hetta verður gjørt, og hvussu tað kann gerast. Men foreldrafelagið Heim og Skúli heldur, at hevði eftirlitið verðið hert við teimum, sum koma til Føroya, hevði tað bøtt munandi um tryggleikan hjá bæði børnum og lærarum.

Í hesum sambandi vísa tey á, at í Íslandi er tað eitt krav, at tey, sum koma til landið, fara í sóttarhald.