Vilja nokta fyri at Smyril fer av landinum

Suðuroyingar samla nú undirskriftir fyri at mótmæla, at Smyril fer í dokk fyrr enn eitt ordiligt avloysaraskip er funnið

Suðuroyingar samla nú undirskriftir fyri at mótmæla, at Smyril fer í dokk fyrr enn eitt ordiligt avloysaraskip er funnið.

 

Ein áhugabólkur, sum hevur til endamáls at bøta um ferðasambandið ímillum Suðuroynna og Havnina er nú farin at samla undirskriftir ímóti tí, sum fer fram. Tað tey meina við, er, at slakar tvær vikur fer Smyril av landinum í dokk í einar seks vikur og ímeðan skal íslendska ferjan Herjólfur røkja ferðasambandið. Herjólfur tekur helvtina av ferðafólkunum, Smyril tekur, men hann tekur ikki so frægt sum ein triðing av teimum bilunum, Smyril tekur. Harumframt siglur hann eisini væl seinni enn Smyril og fer at hava útvið tríggjar tímar um hvønn túrin ímillum Suðuroynna og Havnina.

 

Og tað er ein áhugabólkur í Suðuroy nú farin at samla undirskriftir ímóti, har fólk kunnu mótmæla á internetinum. Har er kravið, at Smyril ikki verður tikin úr sigling, fyrr enn eitt líka stórt skip verður sett at røkja siglingina. Tey siga, at nú Herjólfur skal sigla, er tænastustigið í roynd og veru sum tað var fyri 1975,  tá ið Mols ferjan varð keypt.

 

– Tolið er uppi hjá okkum, sum búleikast í Suðuroynni, og kravt verður, at Suðuroyarleiðin fær ta neyðugu játtan, sum skal til fyri, at Suðuroyarleiðin er á einum nøktandi støði, javnbjóðis við farleiðirnar kring um í Føroyum. Hetta hava okur krav uppá sum suðuroyingar og javnbjóðis føroyingar, sigur áhugabólkurin.

 

Tí hava tey tvey krøv til landsstýrið. fyrra kravið er, at Landstýrismaðurin, ið varar av samferðslumálum, Uni Rasmussen, gevur Strandferðsluni boð um, at Smyril ikki skal í dokk, fyrr enn eitt eitt avloysaraskip er útvegað, sum er líka stórt sum Smyril og sum siglur líka skjótt sum Smyril.

 

Seinna kravið er, at Uni Rasmussen  tekur stig til, at alment partafelag verður stovnað í ár at fyrireika Suðuroyartunnilin og at fígging verður útvegað. Samstundi skal neyðug játtanin verður sett á fíggjarlógina fyri næsta ár, soleiðis, at koyrandi verður til og úr Suðuroynni í 2030.

 

 Nú, á miðdegi í dag, hara 215 fólk skrivað undir.