VIlja nú hava uppskot til ein sermerktan minnisvarða

Føroysk listafólk fáa nú høvi at kappast um at gera eitt krígsminni í Onglandi

National Memorial Arboretum í Onglandi

Nú verða føroysk listafólk bjóðað til at koma við uppskotum til eitt listaverk at verða krígsminni í National Memorial Arboretum í Onglandi.  Fyrireikararnir siga, at øll føroysk listafólk kunnu vera við, og vinnarin verður kunngjørdur flaggdagin.

 

Tey, sum stana fyri hesi ætlanini at gera eitt føroyskt krígsminni í Onglandi, er, »The Faroe Islands War Memorial Project« og tey siga, at talan skal vera um eitt trídimensionalt listaverk at minnast føroyska leiklutin í Seinna Heimsbardaga.

 

Tey vilja hava eitt verk, sum lýsir viðurskiftini ímillum føroyingar og bretar undir krígnum, og tí verður mælt áhugaðum listafólki til at seta seg inn í søguna um hetta tíðarskeiðið. Tað verður eisini mælt teimum til at vitja Krígssavnið í Sørvági, og kanska eisini at tosa við fólk, ið minnast kríggið ella vita søgur um ta tíðina.

 

Uppskot til listaverk skulu vera stigtakarunum í hendi í seinasta lagi 14. februar 2022.  Júst hesin dagurin er valdur, tí hersetingin av Føroyum varð rópt Operation Valentine, og valentinsmessa er 14. februar.

 

Nevndin velur síðan bestu uppskotini út, og ímillum tey verður so vinnarin kosin í almennari kapping, sum meira verður at frætta um seinni.  Vinnarin verður kunngjørdur á flaggdegnum 25. apríl næsta ár.

 

Ingolf S. Olsen, sigur, at tá ið kappingin er avgjørd, verður verkið bílagt frá listafólkinum at seta upp í minnislundini National Memorial Arboretum í Stórabretlandi sum eitt varandi minni um føroyska leiklutin í Seinna Heimskríggi.

 

– Við tí verður tryggjað, at lyftið hjá Winston Churchill um, at bretska fólkið ongantíð skuldi gloyma føroyska stuðulin og føroysku ofrini í stríðnum, verður hildið, sigur Ingolf S. Olsen.

 

National Memorial Arboretum í Onglandi