Vilja royna ørandi hæddir í dag

Í morgun fara fýra ungar danskar kvinnur, sum lesa til fysioterapeut, niður í Lonina, sum tilsamans er 300 metrar høg.

Í morgun fara fýra ungar danskar kvinnur, sum lesa til fysioterapeut, niður í Lonina vestantil á Sandoynni, sum tilsamans er 300 metrar høg. Hetta er nakað av tí, ið ferðavinnan í Sandoynni hevur at bjóða ferðafólki, sum vilja uppliva tað ekstrema.

 

Tá farast skal niður í Lonina, er neyðugt, at í minsta lagi trý ella fýra fólk eru við, sum skulu taka sær av øllum tí praktiska. Uppi á bakkanum er spælhús, sum skal passast. Fólk skulu verða niðri á eggini, og síðan er ein maður niðri í Lonini og tekur ímóti.

 

Fyrst fer maðurin, sum tekur ímóti, niður, og síðan koma donsku kvinnurnar - ein og ein - niður.  Tá ein er komin niður, sleppur hon úr línuni eina løtu, og síðan verður hon bundin í aftur og verður hálað uppaftur. Tað er bara ein kvinna niðri í senn.

 

Lonin, sum sæst á innsettu myndini, er umleið 300 metrar av bakkanum og niður í sjógv. Tey, sum keypa sær henda túrin, sleppa niður á 200 metrar, har vøllur er. Hetta er niðri í Lágni, og her er eisini Hesturin, ið stingur seg nakað út.