Oljumessa
Seinastu ferð tveir føroyskir oljumálaráðharrar hittust á altjóða oljumessu í Stavanger seint í 90-unum var tað fyri at loysa upp fyri eini kreppu, ósemju millum londini, teirri óloystu marknatrætuni. Tá Eyðun Elttør á oljumessuni ONS í Stavanger týsdagin hitti nýggja bretska oljumálaráðharran, Brian Wilson, var tað eisini fyri at tosa um marknaspurningar, men hesaferð var tað ikki mett sum nøkur kreppa ella træta. Nú snúði spurningurin seg um, hvussu báðir ráðharrarnir kunnu vera við til at birta upp undir og tryggja ein sunnan og fyri báðar partar skilagóðan útvikling nettupp kring markið millum londini. Hvussu man skilabest kann útvikla og framleiða frá einum felti, sum er bæði í bretskum og føroyskum øki.
Síðani Amerada Hess gjørdi fyrsta oljufundið nakrantíð á føroyska landgrunninum í fjør, hevur verið frammi, at fundið helst liggur báðumegin markið. Hetta ikki óvanligt, eitt nú í Norðsjónum, har fleiri felt bæði liggja á norskum og bretskum øki.
Eftir fundin við Eyðun Elttør spurdu vit Brian Wilson, um marknaspurningurin aftur hesaferð var á skránni!
Samstarv tvørtur
um markið
-Tað var hann, men ikki sum nakar stríðsspurningur ella trupulleiki. Vit hava umrøtt hann sum ein felags møguleika, tí er eitt fund gjørt, sum liggur báðumegin markið, so vil hetta vera ein nýggjur møguleiki hjá føroyskum vinnulívi eisini. Og her kunnu royndir og vitan vit hava koma tykkum til góðar.
Brian Wilson sær ongar trupulleikar millum Føroyar og Bretland, um lønandi fund liggur báðumegin markið og vísir á, at júst á oljuráðstevnuni í Stavanger hevur ein arbeiðsbólkur lagt fram eina frágreiðing um, hvussu Bretland og Noreg á skilagóðan hátt troyta olju- og gassfund, sum eru gjørd og liggja báðumegin markið. ?Vit ætla okkum at leggja upp til eitt samstarv um markið (crossborder relations), sum skal loysa teir trupulleikar, ið annars hava verið í slíkum høpi fyrr og harvið fáa framleiðslu í gongd á feltum, sum enn ikki eru bygd út nettupp av hesi søk. Brian Wilson heldur, at eitt slík loysn í Norðsjónum kann eisini koma at verða brúkt sum fyrimynd ella sum íblástur til eina føroysk-bretska »cross border« loysn. Tað er greitt, at tað er eisini politikkur í slíkum máli, tá tveir kappingarneytar sum Noreg og Bretland hvør í sínum lag royna at fáa sum mest burtur úr feltum, sum ganga tvørtur um mark. Nú eftirspurningurin eftir gassi í Bretlandi er vaksin so nógv, so eru bretar eisini sinnaðir til at gera avtalu við norðmenn um at útvikla felt, sum hava »ligið í dvala«, meðan ósemja hevur valdað um býtið. Nýggja ætlanin, sum er gjørd, skal slóða fyri eini varandi loysn á málinum. So fáa vit at síggja, hvussu ein slík loysn kann hava positiva ávirkan á eina komandi bretsk føroyska semju um at útvikla eitt nú Amerada Hess fundið.
Á fundinum millum teir báðar ráðharrarnar, sum bert vardi í ein hálvan tíma, var eisini tosað um møguleikar fyri at menna samstarvið millum londini. Brian Wilson vónar, at tann sendinevndin, sum í oktober fer úr Aberdeen til Føroya, kann vera við til at betra um samstarvið millum umboð fyri føroyskt og skotskt vinnulív og myndugleikar.
Oyggjasamstarv
-Eg havi eisini sjálvur eitt brennandi ynski um at kunna byggja brýr og menna samvinnuna millum oyggjabólkarnar allar fyri norðan og vestan. Her sipar ráðharrin til Hebridurnar, Orknoyggjar og Hetland og so Føroyar. Hann heldur, at her liggur nógv vinnuligt og menniskjansligt tilfeingi, sum í eini samvinnu við Føroyar, kann búnast og mennast.
-Kona mín er úr Lewis á Hebridunum, og eg sjálvur eri úr økinum vestan til í Skotlandi, so tit skilja, hví mítt hjarta brennir fyri oyggjabúgvum. Í sínum yngru árum arbeiddi Brian Wilson sum blaðmaður og stjórnaði eini ávís á Hebridunum.
Menna alduorku
Á fundinum millum teir báðar ráðharrarnar varð eisini tosað um varandi orkuloysnir, í hesum føri royndirnar at menna alduorku. ?Eg skilji, at hetta er nakað, sum hevur áhuga føroyinga eisini, og í tí sambandi kann eg upplýsa, at eg sjálvur havi roynt at stuðla eini royndarverkætlan á Hebridunum, soleiðis at stjórnin í London nú hevur gjørt av at fara eitt stig víðari við at játta pengar til eina veruliga alduorkuframleiðslu.
Í næstum fara myndugleikarnir tí at kunngera, at teir vilja gera íløgur í eitt alduorkuverk á oynni Lewis. ?Eg skilji, at hetta eisini hevur tykkara áhuga, og tí skulu føroyingar vera vælkomnir til Lewis, tá verkið er liðugt og kann fara undir elframleiðslu. Brian Wilson sigur, at ætlanin er eisini at lata uppaftur skipasmiðjuna í Lewis. Hon plagdi í síni tíð at arbeiða fyri oljuvinnuna. Nú skal hon framleiða útbúnað til tann nýggja ídnaðin við varandi orku. Har kundi samstarv við føroyingar eisini komið uppá tal vísir ráðharrin á. Tað er so heldur ikki av tilvild, at Brian Wilson hevur áhuga fyri júst varandi orku. Longu í 70-unum, áðrenn hann gjørdist ráðharri, arbeiddi hann miðvíst fyri at gera oyggjarnar óheftar av oljuni við at fara undir at menna varandi orkukeldur. Hann heldur eisini, at hetta kann vera ein leið hjá Føroyum at ganga, tí við at brúka eitt nú alduorku, kunnu oyggjabólkar sum eitt nú Føroyar og Hebridurnar sleppa undan at brúka so nógv av dieselorku.
Leiting eftir olju
Eitt av høvuðsmálunum á fundinum millum Elttør og Wilson var framtíðin á Atlantsmótinum tvs. møguleikarnir at finna meiri olju og gass. Brian Wilson viðgongur, at eingi verulig fund eru gjørd í økinum í langa tíð, men hann heldur samtíðis fyri, at soleingi oljufeløgini vísa áhuga fyri økinum og vilja gera stórar íløgur í leiting, so má tað vera tí, at tey halda jarðfrøðiligar møguleikar vera fyri at finna olju har. ?Eg eri ikki jarðfrøðingur, men eg seti mítt álit á, at sohvørt tøknin mennist, so verður leitað á djúpum vatni, har tað kunnu goyma seg bæði olja og gass.
Brian Wilson leggur annars dent á, at nýggja tøknin hevur gjørt, at tað loysir seg at fara undir at byggja tað risastóra Clairoljufeltið út. Hetta feltið varð funnið fyri 25 árum síðani og goymir fleiri milliardir tunnur av olju. ?Stjórnin hevur stórar vónir til hesa útbygging, sum aftur fer at hava stóran týdning fyri oyggjabólkarnar fyri norðan.
Oljumálaráðharrin fylgir væl við í fundinum, sum Amerada Hess gjørdi á føroyskum øki í fjør. ?Eg skilji, at boriskipið West Navion liggur í Stornoway og leggur upp nakað av tí tungu útgerðini tað brúkti í Kanada, og at tað ein av komandi døgunum kemur á boristaðið í bretskum øki, nær tykkara marki. Hetta er sjálvandi nakað, sum hevur tykkara og okkara stóra áhuga í senn og biðja bæði Elttør og eg til, at her kann blíva talan um eitt lønandi fund, sum kann vera við at vaksa um áhugan aftur fyri øllum økinum.
Brian Wilson, hvørs hjarta brennir fyri smáum oyggjasamfeløgum, beyð á fundinum á ONS-messuni í Stavanger Eyðuni Elttør at koma á vitjan í Bretlandi. Somu innbjóðing fekk Wilson frá landsstýrismanninum í oljumálum.