Tey hittast javnan, fólkini, sum manna nevndina í Samvinnuni, ið er felagsskapurin hjá teimum føroysku lesandi á handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Men hjá teimum er annað er enn øl og sosial samvera á skránni.
Beint nú viðgera tey, hvussu tey kunnu virka fyri, at føroyskar fyritøkur lata seg upp og vilja samstarva við tey lesandi, sum skulu skriva bachelor- ella kandidatuppgávur. Royndir teirra siga nevniliga, at føroyskar fyritøkur sum heild eru alt annað enn samstarvssinnaðar.
– Tað er eitt stórt svart hol, sum vit als ikki fáa innlit í. Nógvar fyritøkur ikki so frægt sum svara aftur, tá vit senda teimum spurningar ella áheitanir um samstarv, sigur Páll Oddur Rubeksen, nevndarlimur í Samvinnuni.
Hetta er ikki einans ein trupulleiki fyri tey lesandi, sum ynskja at brúka tíð og orku upp á at analysera og viðgera føroyskar fyritøkur, roknskap teirra ella hvussu tær eru samansettar.
– Fyritøkurnar, sum ikki vilja samstarva, missa eina øgiliga vitan. Tá okkara limir skriva uppgávur, sita tey fulla tíð í tríggjar mánaðir, arbeiða og analysera. Men vitanina og nýggju vinklarnir, tey kunnu koma við, fáa nógvar føroyskar fyritøkur ikki gagn av, tá tey ikki vilja samstarva við okkum, vísir Eva Skeel Nolsø, forkvinna í felagnum, á.
Síggja ikki virði í lesandi
Í nevndini undrast tey á, hví flestu føroysku fyritøkurnar, tey hava sett seg í samband við, annað hvørt eru avvísandi ella als ikki svara teirra fyrispurningum.
– Vit, sum eru undir útbúgving, sita við nýggjastu vitanini á økinum. Men tað er líkt til, at føroysku fyritøkurnar ikki síggja virði í hesum, sigur Tróndur Hentze Søren, sum eisini er við í nevndini. Tað er í beinari andsøgn við gongdina í Danmark, har fyritøkur heldur enn gjarna samstarva við lesandi, sum skriva bachelor- og kandidatuppgávur.
– Júst nú lýsir Danske Bank eftir 36 lesandi, sum skulu skriva uppgávur um teirra fyritøku. Tey rætt og slætt leita og lýsa eftir fólki, sum kunnu koma við nýggjari vitan og vinklum til teirra fyritøku, vísir ein annar nevndarlimur, Emil Nolsøe Leivsson, á.
Fyritøkur hava einki at óttast
Samvinnan sigur, at føroysku fyritøkurnar einki hava at missa, við at samstarva við tey føroysku lesandi. Og tey ynskja eisini at gera greitt, at tá talan er um stórar uppgávur, so fara tey lesandi gjølla til verka og taka avbjóðingina í størsta álvara.
– Til kandidat uppgávurnar verður eingin uppgáva skrivað, uttan at ein vegleiðari eisini eg knýttur at. Somuleiðis kunnu lesandi skriva uppgávur um fyritøkur í trúnaði, sigur Eva Skeel Nolsøe. Hon leggur tó dent á, tað eru fyritøkur í Føroyum, sum gjarna vilja samstarva og sum teirra limir eisini hava arbeitt saman við.
– Fleiri av stóru fyritøkunum eru opnar, samstundis sum fyritøkur, ið hava brúk fyri útbúnum fólki, eisini gjarna samstarva, sigur forkvinnan.
Páll Oddur Rubeksen heldur eisini, at tað er ógvuliga avgerandi, at føroysku fyritøkurnar eru opnar fyri teimum lesandi.
– Tá útlendskar fyritøkur koma á føroyska marknaðin, so hava føroysku fyritøkurnar og songan kjans í kappingini, um eingin nýhugsan og útbúgvið fólk er í fyritøkuni, sigur hann.
Koma ikki heim
Samvinnan óttast avleiðingarnar av gongdini, um hon heldur áfram óbroytt.
– Tá tey lesandi verða avvíst av føroyskum fyritøkum, so venda tey sær til donsku fyritøkurnar, sum gjarna samstarva við okkum. Í fleiri førum hava tey eisini verið so fegin um samstarvið, at lesandi, sum hava skrivað uppgávur um teirra fyritøku, hava fingið bjóðað starv aftaná, sigur Eva Skeel Nolsøe.
– Og tá lønarlagið samstundis er hægri í Danmark og livistøðið bíligari, so kann tað henda, at føroyingarnir als ikki koma heim aftur, tá ein donsk fyritøka lokkar, ger Páll Oddur Rubeksen greitt.
Sostatt missir einstaka føroyska fyritøkan ítøkiliga vitan, samstundis sum føroyska samfelagið hevur mist enn ein føroying, sum einaferð búði í Føroyum, men sum ongantíð kom aftur.
Samstarv og samband er avgerandi
Tað er júst hesum, Samvinnan millum annað ynskir at arbeiða ímóti.
– Eitt samstarv millum føroysk lesandi og føroyskar fyritøkur, hevði tænt báðum pørtum. Vit liggja sjálvsagt ikki inni við æviga sannleikanum, men við útbúgving okkara hava vit eina feska vitan á økinum, sum fleiri føroyskar fyritøkur ivaleyst høvdu fingið gleði av. Samstundis høvdu okkara limir eisini fegnast, tí flestu teirra ynskja at koma heim aftur. Tá er eitt tætt samband og samstarv við føroyska vinnulívið ógvuliga umráðandi, sigur Eva Skeel Nolsøe.
- - -
FAKTA:
Samvinnan er felagið hjá teimum føroysku lesandi á Copenhagen Business School. Felagið varð stovnað í 2007, tá nøkur lesandi eftirlýstu ein føroyskan felagsskap fyri tey mongu lesandi á CBS. At byrja við virkaði felagsskapurin fyri tað mesta sum ein sosialur savningardepil, men seinastu árini er hevur felagið tikið fleiri ítøkilig mál upp og varpa ljós á tey. Sostatt er Samvinnan í dag bæði ein sosialur og fakligur felagsskapur. Í dag telur Samvinnan 93 limir, har flestu teirra hava ein profil á heimasíðu nevndsins, samvinnan.com. Nevndin í Samvinnan telur 11 limir. Hesi eru Eva Skeel Nolsøe, Finn Bjarni Hentze Samuelsen, Jórun Gardar Bringsberg, Ólavur Ólavsson, Páll Oddur Lamain Rubeksen, Pætur Jørðdal Niclasen, Pætur Magnussen, Sølvi Jespersen, Tróndur Hentze Sørensen, Emil Nolsøe Leivsson og Óli Jákup Jacobsen.