Vilja seta forboð fyri at roykja á baðistrondini

- Tá nýggja lógin er komin í gildi, kunnu fólk, sum eitt nú roykja á strondini, fáa bót, sigur franski heilsumálaráðharrin, Aurélien Rousseau.

Tubbaksvørur eru orsøkin til 75.000 deyðsføll í Fraklandi um árið, og nú vil heilsumálaráðharri landsins gera tað ólógligt at roykja á fronsku strendrunum.

 

Onnur almenn uttanduraøki verða ætlandi eisini fevnd av nýggju lógini.

 

- Tiltakið skal viðvirka til, at talið av deyðsføllum orsaka av tubbaki minkar, sigur franski heilsumálaráðharrin, Aurélien Rousseau, við sjónvarpsrásina BFM í dag.

 

Ætlanin er, at lógin, sum setir forboð fyri at roykja á fronsku strendrunum og á øðrum almennum uttanduraøkjum skal verða galdandi frá 1. januar 2025 at rokna.

 

- Tá nýggja lógin er komin í gildi, kunnu fólk, sum roykja á almennum økjum uttandura, sum verða fevnd av nýggju lógini, fáa bót, sigur Aurélien Rousseau.

 

Tað er tíðindastovan, NTB, sum í dag endurgevur sjónvarpsrásina, ið hevur skift orð við franska heilsumálaráðharran um nýggju tubbakslógina.