Vilja seta hámark fyri hvussu nógv oljan kann kosta

Tað skal fíggjast við at leggja størri avgjald á ávísar vinnur

Politiski myndugleikin eigur at seta ein hámarksprís á fyri, hvussu nógv oljan kann kosta. Tað heldur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Hann sigur, at tað er eitt hálvt ár síðani Tjóðveldi skeyt upp at gera ein hjálparpakka til vanlig fólk. Men síðani er støðan versnað.

 

Annars hevur samgongan samtykt at lata teimum, sum eru ringast fyri, ein oljukekk upp á 7.000 krónur. Men Høgni Hoydal heldur ikki, at tað er nógv mikið og tí mælir hann til, at fleiri tiltøk verða sett í verk.

 

Eitt av teimum tiltøkum er at seta eitt hámark fyri, hvussu nógv oljan kann kosta.

 

Kappingareftirlitið hevur víst á, at oljufeløgini í Føroyum taka sær størri vinning enn oljufeløgini í londunum rundan um opkkum og tí mælir Tjóðveldið nú tí til, at eitt tíðaravmarkað prísloft verður sett á plju og bensin – og fyribils skal hetta prísloftið verða galdandi í eitt ár.