Um tað ber til at vera meira tendraður enn vanligt, tá spælt verður á útivølli móti sterkum fótbóltstjóðum, er kanska ilt at meta um.
Men tað tykist kortini, sum vilja spælararnir á landsliðnum leygardagin gera sítt allar ítarsta. Ikki bara fyri at fáa eitt gott úrslit, men eisini fyri at geva Henrik Larsen eitt virðiligt farvæl sum landsliðsvenjara.
- Tað vilja vit heilt sikkurt. Vit í spælarahópinum hava í øllum førum verið væl nøgdir við tað arbeiðið, sum Henrik hevur gjørt. Tað hevur gingið framá leikliga alla tíðina, og sjálvt um vit øll bíða eftir hesum vælsignaða yvirraskilsinum, sum vit alla tíðina hava vónir um, so haldi eg, at tað hevur gingið væl hesi árini, segði Óli Johannesen, tá vit prátaðu við hann eftir venjingina hósdagin.
- Kanska átti dysturin móti Ísrael á heimavølli at givið stig, so vit vilja í øllum førum gera alt fyri, at tað skal eydnast okkum at geva eitt ordiligt farvæl her niðri.
Og verður hetta so dysturin, har vit loksins fáa stig burturúr, ella er uppgávan kanska ov møtumikil í so máta?
- Eg haldi ikki, at hon er ov stór. Vit vóru í øllum førum væl við í heimadystinum móti Ísrael. Teir eru kanska sterkari á heimavølli, og teir skulu eisini vinna, so teir kenna seg kanska kroystar at fara fram á vøllin. Og tað eru teir kanska ikki so vanir við, so eg haldi avgjørt, at vit hava møguleikar.
Og at vøllurin her tykist vera framúr góður. Er tað kanska ein líka stórur fyrimunur fyri tykkum, sum tað er hjá teimum?
- Vit hava so í øllum førum spælt á nógvum vøllum, sum hava verið framúr góðir, og har hava vit eisini spælt góðar dystir, so tað trúgvi eg ikki fer at ávirka dystin sum so.
Trýstið er á teimum
Bæði miku- og serliga hósdagin vandi landsliðið, meðan sólin bakaði hitastigini oman yvir spælararnar. Tað tóktist eisini merkja fleiri av spælarunum, og Óli ásannar eisini, at hetta setir stór krøv til venjingarstøðuna hjá teimum.
- Vit mugu í øllum førum støðugt hugsa um at eta rætt og drekka nógv. Tað er sjálvandi eitt sindur svalligari um kvøldið, men tá er talan framvegis um eini 24-25 hitastig, so tað verður sera heitt.
- So tað verður nokk nakað við, at vit skulu taka tað róligt, tá steðgir eru í spælinum. Fáa okkum eitt sindur av vatni, tá møguleiki er til tess, og yvir høvur syrgja fyri, at vit koma sum best ígjøgnum dystin.
Í Føroyum tóktist tað, sum vóru ísraelar ógvuliga tolnir í sínum spæli. Hóast einki mál kom fyrr enn seinna umfarið, so kom ongantíð panikkur ella frustratión í spæl teirra. Men Óli roknar kortini við, at mótstøðan hesa ferð fer at leggja seg longur fram á vøllin.
- Teir skulu vinna dystin, og helst skulu teir vinna stórt, so teir hava sjálvandi eitt trýst á sær. Okkara fyrimunur kann so vera, at hetta er ein leiklutur, sum teir ikki eru so vanir við, og tað kann geva okkum nakrar góðar kontra-møguleikar.
- Men fyrst og fremst, so ræður enn einaferð um at vera væl skipaðir. Tað vil altíð vera útgangsstøðið, og so taka vit tingini harfrá.