Vilja skerja stuðulin til tey sum seta føtur undir egið borð

 Rentustuðulin, sum verður latin teimum, ið fáa sær sethúsalán, eigur at verða skerdur, ella heilt avtikin.

 

Tað staðfestu politikarnar úr fleiri flokkum á pallborðsfundi, ungdómsfelagið hjá Framsókn, Framsøkin ung, skipaði fyri í gjárkvøldið.

 

Bæði bæði Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum, Ruth Vang úr Framsókn og Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum, hildu, at vit eiga at endurskoða skipanina við rentustuðuli. Tjóðveldi, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin vóru ikki umboðaðir á fundinum. 

 

Men summir politikarnar, sum sótu við pallborðið, halda, at avleiðingin av rentustuðlinum er, at eini hús verða dýrari enn annars, tí tey kosta tað, fólk hava ráð at rinda.

 

Tí halda tey, at ein ætlan eigur at verða løgd fyri, hvussu rentustuðulin kann verða avtikin eftir einum 30 – 35 ár árum, tí so at tað ikki rakar tey, sum longu hava tikið lán við teirri fortreyt, at tey fáa rentustuðul.

 

– Í roynd og veru er rentustuðulin ein studningur til bankan, tí hann ger, at bankarnir fáa hildið húsaprísinum uppi, heldur Jørgen Niclasen. 

 

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í bústaðarmálum er samd í, at rentustuðulin eigur at niðurlagast, men tað skal verða so lagaliga, at tað ikki rakar tey, sum hava tikið lán við teirri fortreyt, at hann er í gildi.

   

Og Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, heldur í minsta lagi, at skipanin við rentustuðuli eigur í hvussu so er at verða endurskoðað. 

 

Rentustuðulin er 35 prosent av láninum, men hann kann í mesta lagi verða 35.000 krónur um árið. Hinvegin er einki krav um afturgjalding og tað merkir, at í roynd og veru kunnu fólk fáa rentustuðul alt lívið. 

 

Hon vísir á, at sum skipaniner nú, loysir tað seg betri at lata vera við at rinda húsalán í eina tíð, og heldur gjalda eitt billán niður, tí landið letur stuðul til húsalánið. Tí heldur hon, at rentustuðulin eigur í hvussu so er bara at vera galdandi í eitt ávíst áramál og ikki í óavmarkaða tíð. 

 

Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, er ikkis samdur, tí hann heldur, at verður stuðulin avtikin, fer tað at tálma nýbygging av bústøðum, tí fólk fara ikki at tora at seta seg í skuld. 

 

Hann heldur, at ístaðin eigur tey, sum taka sethúsalán, at verða tryggjað ímóti rentuhækkingum, tí hevur eitt húski eitt sethúsalán upp á tvær milliónir– og tað hava nógv í Havn– og rentan hækkar fýra present, kostar tað teimum 80.000 krónur um árið.