Ukraina
Árni Joensen:
[email protected]
Fyri ikki so nógvum árum síðani mundi fáur ímynda sær eitt sjálvstøðugt Ukraina, men tá Sovjetsamveldið syndraðist fyri trettan árum síðani hendi tað kortini. Ukraina gjørdist eitt sjálvstøðugt ríki, og so hendi tað uttan so mikið sum ein einasta dropa av ukrainskum blóði.
Men Vesturheimurin hevur ongantíð gjørt sær greitt, hvat hann skuldi gera við tað stóra landið, tess fruktagóðu landbúnaðarjørð, tann stóra ídnaðin ella landsins næstan 50 milliónir íbúgvar. Ukraina varð sett út á síðulinjuna, meðan ES og NATO fóru undir at samráðast við gomlu stuðulslondini hjá Sovjetsamveldinum í Eystur- og Miðevropa.
Russar hava harafturímóti virkað miðvíst fyri at gera Ukraina til ein politiskan samstarvsfelaga og til ein part av teimum russisku búskaparáhugaøkjunum. Nógvir russar eru framvegis av teirri áskoðan, at tað ukrainska sjálvsstýrið var eitt mistak, tí í teirra eygum hoyrir Ukraina til Russland bæði mentanarliga og søguliga.
Tað var greitt, at fyrr ella seinni fóru áhugamálini hjá Russlandi og Vesturheiminum at stoyta saman, og nú er tað hent.
Hvør sítt valevni
USA og Evropa hava lagt russiska forsetan, Vladimir Putin, undir at royna at mynda Ukraina eftir russiskum leisti við at fáa »tað russiska valevnið« Viktor Janukovitj valdan til forseta, sama hvussu tað skuldi gerast. Eitt nú var Putin fleiri ferðir í Ukraina undir forsetavalstríðnum har fyri at vísa Janukovitj sín stuðul.
Nøkur lond vestanfyri hava samtíðis roynt at styðja »teirra valevni«, andstøðuleiðaran Viktor Jusjtjenko. USA hevur ikki dult sín stuðul til hansara, men í Russlandi hevur tað vakt størri ans, at Niðurlond hava gjørt tað sama, tí landið hevur í løtuni formansskapin í ES.
Tí kundi okkurt bent á, at uppgerðin um framtíðina hjá Ukraina kann enda sum ein álvarssom kreppa ímillum Vesturheimin og Russland, og at støðan verður aftur sum undir Kalda Krígnum, um illa vil til.
Tey seinastu árini hava Vesturheimurin og Russland verið í hornatøkum ymsastaðni. Russar hava framvegis ikki sissað seg eftir ósigurin í Georgia, har ein friðarlig kollvelting koyrdi tað russiskt vinarliga stýrið frá, og vesturlendskir diplomatar hava ikki dult fyri, at USA átti ein virknan lut í skiftinum. Í vár noyddust russar at hyggja at, meðan flogfør hjá NATO flugu eftirlitsferðir uppi yvir teimum baltisku londunum, eftir at londini høvdu kært seg um, at russiska flogvápnið fleiri ferðir var komið inn um mark.
Stórmál
Men hesi bæði málini eru smámál samanborið við tað, sum kann henda við Ukraina, og tað er uttan iva orsøkin til, at Vesturheimurin og Russland hava verið varin við at leggja seg ov nógv úti í ta politisku ósemjuna har. Ukraina er ikki Georgia. Tað er ov stórt og ov nær og hevur harafturat stóran strategiskan týdning fyri báðar partar.
Hvørki Evropa ella USA eru kortini sinnað at gera Ukraina til tann stóra stríðsspurningin ella til eina upgerð ímillum Eystur og Vestur. Tí bæði evropearar og amerikanarar stúra fyri, hvat tað kann fara at kosta, eydnast tað at fáa Viktor Jusjtjenko í forsetaembætið. Tað er eingin ivi um, at tað hevði verið ein dyggur smeitur fyri Putin, og at tað kann fáa stórar avleiðingar fyri viðurskiftini ímillum Russland og Vesturheimin. USA hevur brúk fyri russiskum stuðuli í bardaganum ímóti yvirgangi, og ES hevur brúk fyri Russlandi til Kyoto-sáttmálan.
Harafturat kemur, at Vesturheimurin er ikki klár-ur við nøkrum beinleiðis tilboði til Ukraina, skuldi tað hent, at Jusjtjenko verður forseti, tá saman um kemur. Í ES og NATO hava menn havt nóg mikið við at biðja ukrainar geva tol. ES hevur úr at gera við at fáa viðurskiftini í teimum nýggju limalondunum í Eystur- og Miðevropa í rættlag, og harafturat stendur Turkaland og pikkar upp á dyrnar. Tað er eisini greitt, at londini á Balkan koma fram um Ukraina. Í NATO er støðan tann sama. Har eru londini á einum máli um, at tað er at ganga Russlandi ov nær at bjóða Ukraina limaskap.
Bólturin hjá ukrainum
Hóast vesturlendskir leiðarar hava sagt seg styðja andstøðuna í Ukraina, er tað ein sannroynd, at í veruleikanum stendur landið rættiliga einsamalt, og tí aftra nógvir politikarar seg við at geva ukrainum ov stór lyfti.
Kortini bendir alt á, at orðadrátturin ímillum Putin og teir vesturlendsku leiðararnar hóast alt er endaður við einari semju um, hvussu tann politiska ósemjan skal loysast. Partarnir eru samdir um, at ósemjan skal loysast á friðarligan hátt ígjøgnum ta politisku og tað løgfrøðiligu skipanina, hóast tað neyvan var tað, Putin hevði ætlað.
Tískil liggur bólturin hjá ukrainum sjálvum. Forsetavalið vísti, at fólkið gongur í tveimum næstan líka stórum bólkum. Annar parturin vil hava tættari samband við Russland, hin við Vesturheimin. Tað besta boðið tykist vera, at partarnir gera eina politiska semju um at býta valdið sínamillum.
(Kelda: Berlingske Tidende)