Vilja spenna eitt trygdarnet undir smáar fyritøkur

– Summar av teimum tola ikki, at eitt starvsfólk verður sjúkrameldað, tí so er vandi fyri húsagangi

Tingmanningin hjá Javnaðarflokkinum

Smáar fyritøkur eiga at hava eitt trygdarnet undir sær, sum forðar fyri, at tær fara á heysin, tí at okkurt starvsfólk verður sjúkrameldað. Tað halda tey í Javnaðarflokkinum og tí hava tey nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at gera eina skipan, sum tryggjar smáar fyritøkur.  

 

Smáar fyritøkur eru í vanda fyri at fara av knóranum, verður starvsfólk rakt av sjúku, siga tey í Javnaðarflokkinum. Tey siga, at her hugsa tey um tær fyritøkur, sum hava starvsfólk ið eru at meta sum starvsmenn, tí starvsmenn hava rætt til løn undir sjúku.

 

Starvsmenn eru til dømis tey, sum arbeiða í handli, á skrivstovu ella á vørugoymslum. Aðrar smáar fyritøkur, sum hava fólk í starvi, ið ikki eru at meta sum starvsmenn, skulu sjálvar rinda fyri fyrsta og annan sjúkradag hjá starvsfólkum sínum, og síðani koma tey undir dagpeningaskipanini hjá Almannaverkinum.

 

– Tí er stórur munur á, hvussu stórar fíggjarligar avleiðingar standast av, at eitt starvsfólk verður rakt av sjúku, sigur Javnaðarflokkurin. 

Tí vil Javnaðarflokkurin hava eina afturberingarskipan til smáar fyritøkur, sum hava starvsfólk í starvi, sum ikki eru fevnd av dagpeningaskipanini. Tað merkir, at tey fáa endurgjald fyri útreiðslurnar í hesum sambandi. Hetta er bæði fyri at bøta um umstøðurnar hjá smærri vinnurekandi og fyri at verja rættin hjá starvsfólkunum til løn undir sjúku, siga tey. 

Tey siga, at tað kann verða ein stórur, fíggjarligur smeitur, verður starvsfólk rakt av sjúku. Men tey halda, at hvørki arbeiðsgevari, ella arbeiðstakari, eigur at stúra fyri, at sjúka brádliga rakar og tekur grundarlagið undan virkseminum, leggja tey afturat. Tí halda tey, at hesar fyritøkurnar eiga at fáa eitt fíggjarligt rygdarnet av hesum slagi.

 

Hetta er aðru ferð, at Javnaðarflokkurin leggur slíkt uppskot fyri Løgtingið. Tey løgdu eisini eitt uppskot fyri Løgtingið í 2020, men tá varð tað felt – men nú royna tey so aftur.

 

Tingmanningin hjá Javnaðarflokkinum