Vilja steðga kinesiskum stórkeypum

Kinesiska stjórnin blandar seg nú upp í tær óhugnaligu upphæddirnar.

Seinastu tíðina hava nøkur óhoyrd leikaraskifti til Kina skakað fótbóltsheimin. Keypsprísir og lønir eru somikið høg, at bæði feløg og leikarar hava ilt við at siga nei.


Nú kann tó vera, at tað er liðugt við ørskapinum, har eitt nú Carlos Tevez tjenar 5,4 milliónir krónur um vikuna í Shanghai Shenhua og Oscar 3,5 milliónir krónur um vikuna í Shanghai SIPG.


Ein talsmaður hjá ítróttarmyndugleikunum í Kina avdúkar í dag, at kinesiska stjórnin ætlar sær at fremja lógarbroytingar, soleiðis at fótbóltsfeløg ikki sleppa at spæla sær við ørandi upphæddir.


Stjórnin ber ótta fyri, at fótbóltsfeløgini grava sína egnu grøv, og lógarbroytingarnar fara at geva feløgunum eitt loft bæði á keypum og lønum.


Eisini kinesiska fótbóltssambandið óttast fyri menningini hjá kinesiskum leikarum, og fer tí næsta kappingarár at lækka loyvda talinum á útlendskum leikarum úr fimm niður í fýra.


Mánadagin skifti belgiski Axel Witsel frá Zenit Skt. Pætursborg til kinesiska Tianjin Quanjin. Russiska felagið fekk 535 milliónir krónur, meðan Witsel nú fær eina vikuløn áljóðandi 2,8 milliónir krónur.


Til samanberingar kann nevnast, at Lionel Messi og Cristiano Ronaldo tjena 3,15 milliónir krónur um vikuna í FC Barcelona og Real Madrid. Best lønti fótbóltsleikari í heiminum er í løtuni Carlos Tevez.