Vilja troyta allar møguleikar

Altjóða felagsskapurin WHO fer nú at kanna møguleikarnar at brúka heiligvág, sum enn ikki er góðkendur, ímóti Ebola

Altjóða felagsskapurin WHO fer nú undir at kanna møguleikarnar at brúka heiligvág, sum ikki er góðkendur, ímóti Ebola.

Tvey fólk, ið hava starvast við røkt av sjúkum og hava fingið smittuna, hava roynt møguelikan við eydnu og tískil umhugsa myndugleikarnir nú at brúka heiligvágin, hóast hann ikki er góðkendur.

Tað skrivar WHO á heimasíðuni hjá felagsskapinum.

Tað finst eingin góðkendur heiligvágur ímóti sjúkuni, og støðan hevur ikki verið so álvarsom áður. Tað er staðfest at smittan breiðir seg yvir um landamørk í Afrika og fólk eru smittaði í Guinea, Liberia, Nigeria og Sierra Leone.

Fleiri enn 1.000 fólk eru deyð av sjúkunu, síðan hon breyt út í hesum umfarinum.

90% av teimum, ið verða smittað via Ebola virusinum, lata lív. Sjúkan smittar via beinleiðis sambandi, tað vil siga, um samband er við blóð og kroppsvætu ella kroppsvev. 

Tí er tað møguligt at fáa tamarhald á støðuni, um farið verður fram á skynsaman hátt og leiðreglurnar verða fylgdar á sjúkrahúsum og har smittan er.

WHO hevur í dag staðfest, at altjóða samfelagið er í neyðstøðu, og heitir á øll lond um at hjálpa afrikonsku londunum at basa sjúkuni.