Tann 4. og 5. mars skipaði danska olju- og gassfelagið DONG fyri einum skeiði fyri umboðum úr Føroyum um umhvørvi, trygd og dygd (kvalitet). Skeiðið varð hildið á høvuðsskrivstovuni hjá DONG í Hørsholm á Sælandi. Úr Føroyum vórðu umboð fyri Biofar, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Fiskirannsóknarstovuna, Tórshavnar Havn, Brennistøðina á Hjalla, Oljufyrisitingina, The Faroes Partnership, Grønlands Råstofdirektorat og Nunaoil. Eisini Bartal Højgaard, sum lesur jarðfrøði og sum í løtuni er trainees hjá Dong var við.
Tað er ikki óvanligt, at oljufeløg skipa fyri skeiðum, ráðstevnum og seminarum fyri føroyingum og sum oftast í Føroyum. Herfyri skipaði Phillips Petroleum fyri áhugaverdum seminari í Havn, ið m.a. snúði seg um akuttu støðuna á altjóða oljumarknaðinum við lágum prísum.
DONG, sum er partur av oljusamtakinum The Faroes Partnership, har eisini føroyska oljufelagið Atlants Kolvetni er við, hevði valt at bjóða umboðum fyri føroyskar stovnar, sum koma at hava eitthvørt tilknýti til eina komandi oljuleiting við Føroyar.
Her varð so serliga hugsað um avleiðingarnar ein boring fer at hava fyri eitt nú umhvørvi, trygdina og samfelagið annars. Tí vórðu eisini umboð fyri bæði Biofar, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Brennistøðina í Havn boðin við.
Hóast fyrsta boringin á føroyska landgrunninum liggur nakað frammi í tíðina, hon verður møguliga um eini tvey ár, so krevur tað skilagóða tilrættalegging at fáa eina slíka boring at hava sum minst óhepna avleiðing fyri umhvørvi og trygdina.
Fyri at røkka hesum er eisini sera neyðugt við góðum samskifti og samstarvi millum bæði stovnar og myndugleikar í Føroyum og so oljufeløgini. Tað er umráðandi at hava greiðar reglur at ganga eftir, og her hevur tað nógv at siga, at føroyingar kunnu síggja, hvussu aðrir hava borið seg at undir líknandi umstøðum.
Spurningurin er m.a. hvørji krøv okkara egnu myndugleikar vilja seta til feløgini, sum fara at bora. T.d. er tað eitt krav aðrastaðni, at borimóran frá boringinum verður flutt til lands, soleiðis at vandamikil evni kunnu beinast burt á mest skynsaman hátt. M.a. kann nevnast, at tað frá hvørjari boring vilja vera eini 400 tons av borimóru. Her kemur m.a. ein brennistøð inn í myndina.