Vilja tveita Føroyar úr altjóða fótbólti

Ein týskur umhvørvisfelagsskapur heitir nú á bæði FIFA og UEFA um alment at fordøma grindadráp í Føroyum og at tveita Føroyar úr altjóða kappingum til vit halda uppat at drepa grind. Hetta er tað, sum týski umhvørvisfelagsskapurun, ProWal, sigur í opnum brævi til FIFA og UEFA,landstýrinum, umframt føroyska og danska landsliðnum.

Felagsskapurin vísir á, at hóast tvøst og spik eru illa dálkað, verður tað bytt ímillum fólkið, eisini børn og kvinnur við barn.

Tað verður eisini víst á, at tvøst og spik verður selt, uttan nakra sum helst ávaring um vandan við at eta tað.

Eftir at hava reksa alt tað vanliga upp um grindadráp, eisini tær vanligu misskiljingar um fólkaveitslu, um, hvussu stuttligt vit halda tað vera og um brot á mannarættindi við at lata smábørn taka lut í arbeiðnum at drepa grind, vísir felagsskapurin á, at fótbóltur eigur at ganga undan sum eitt gott fyridømi.

Men í hesum sambandi eru føroyingar vánalig fyridømi.

Eitt land, sum ber ses soleiðis at, kann ikki vera limur í einum nýmótans Evropa, har slíkt er bannað.

Tí vil ProWal hava FIFA og UEFA alment at fordøma grindadráp og at útihýsa Føroyar úr altjóða fótbólti til vit halda uppat at drepa grind.

Felagsskapurin hóttir eisini við at boykotta allar landsdystir, har Føroyar er annað landið.