Vilja tvífalda framleiðsluna av neyvleikavápnum

Russiski verjumálaráðharrin hevur heitt á vápnaframleiðara um at tvífalda framleiðsluna.

Verjumálaráðharrin í Russlandi, Sergej Sjojgu, vil hava russiska vápnaídnaðin at tvífalda framleiðsluna av neyvleikavápnum.

 

Tað sigur hann sambært russisku tíðindastovuni, Tass.

 

Í dag vitjaði Sergej Sjojgu holdingfelagið, KTRV, sum eigur eina røð av russiskum vápnaframleiðarum. 

 

Sambært tíðindastovuni Tass var boðskapurin hjá verjumálaráðharranum greiður.

 

Sergej Sjojgu heldur, at KTRV á ein virðiligan hátt uppfyllir ætlaninar hjá russisku verjuni við útvegan av vápnum.

 

Sambært Tass gav verjumálaráðharrin vápnaframleiðaranum boð um at tvífalda framleiðsluna av neyvleikavápnum.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur Tass, og her verður Sergej Sjojgu endurgivin fyri at siga nakað soleiðis:

 

- Felagið hevur allar neyðugar goymslur, høgt útbúnar serfrøðingar og eina framleiðsluorku, sum megnar at uppfylla hetta, segði russiski verjuálaráðharrin.