Vilja varðveita fólkið í arbeiði

Í Sumba hevur kommunan gjørt av at brúka nógvar pengar upp á at forða fyri arbeiðsloysi.

Tað er greitt, nú bygdaráðið leggur fíggjarætlanina fyri næsta ár. Í fíggjarætlanini eru næstan tvær milliónir settar av til ymisk arbeiði.

Hildur Vestergaard, borgarstjóri, sigur, at allur peningur verður brúktur til at gera ábøtur og at umvæla bygningar og ymisk verkløg hjá kommununi.

- Í eini roynd at tálma arbeiðsloysinum í kommununi, hevur bygdaráðið lagt seg eftir at brúka pengarnar til endamál, sum krevja so nógvar hendur sum gjørligt, sigur hon.

Talan verður sostatt bæði um at umvæla havnarlagið í Sumba og í Lopra. Ábøtur skulu gerast á gamla skúlan á Leiti og í nýggja skúlanum í Sumba.

Og annars skulu ábøtur gerast á vegir, garðar, stakitt, bakkaverju og annað mangt.

Somuleiðis verða 100.000 krónur settur av til ?ung í arbeiði? fyri eisini at tryggja blaðungum nakrar arbeiðsvikur næsta summar.

Annars umhugsar kommunan eisini at leggja vatnveiting úr Sumbiarbergholinum, heim til Sumbiar, so at eisini sumbingar fáa nyttu úr tí framúr góða vatninum, sum rennur úr tunlinum. Annars eru tað bara tey í Lopra og tey á Økrum, sum fáa hetta vatnið.

- Tað er ein íløga upp á tvær milliónir. Men verður farið undir hana, skal lænast til hana.

Men tað kann kommunan saktans, tí hon er skuldarfrí, sigur borgarstjórin.

Annars skal kommunan taka 5,5 milliónir í láni til nýggja ellis- og røktarheimið í Vági, sum kommunan er við í.

Men heldur ikki tað verður nakar trupulleiki, tí ein álíkning í skatti er góðar átta milliónir og tað mesta, ein kommuna kann lána, er tað, sum svarar til eina álíkning.

Skattaprosentið í Sumba verður 20% næsta ár og tað er tað sama sum í ár. Men Barnafrádrátturin hækkar 500 krónur fyri barnið næsta ár, úr 5.000 krónum í ár, upp í 5.500 krónur næsta ár.