Vilja varðveita lívið í gomlum húsum

Tey hjá Thomsen á Tvøroyri hava søkt um at fáa skeinkiloyvi, tí tey ætla at gera pubb á bryggjuni á Tvøroyri fyri at halda lív í gomlu handilshúsunum

? Skulu vit halda lív í húsunum, er tað neyðugt at finna upp á okkurt.
Handilshúsini hjá Thomsen á Tvøroyri eru eitt ógvuliga væl varðveitt fornminni. Men tað er fyrst og fremst teimum fyri at takka, sum eiga og hava átt handilin.
Men tey hava somuleiðis ásannað fyri langari tíð síðani, at sum so nógvir aðrir smáir handlar kring landið, hava eisini tey tapt kappingina við tær stóru handilsketurnar og tí er virksemið í gamla handlinum hjá Thomsen alsamt minkað og matvørur eru at kalla ongar at fáa longur, tó at tey enn hava alt møguligt annað at selja, sum vanligt.
? Fyri at ráð til at varðveita húsini, er tað neyðugt hjá okkum at hava okkurt virksemi í teimum, sum kastar nakað av sær og í løtuni tað ger handilin ikki nóg stóran mun í løtuni, sigur Anna Kirstin Thomsen.
Tí hevur hevur hon tí fingið hugskotið til at at endurreisa ein gamlan tátt í handilsvirkinum hjá teimum gomlu Thomsen monnunum og tað er at hava skeinkistovu.
Tey hava søkt um skeinkiloyvi við tí endamáli at gera eina hugnaliga havnarpubb í einum av teimum gomlu, søguligu handilshúsunum hjá Thomsen.
Men tað nyttaði lítið, tí svarið frá myndugleikunum í Havn, er, at øll skeinkiloyviskvotan í Suðuroy er uppi og at tað verða ikki latin fleiri loyvi.
Grammir at keypa
Handilin hjá Thomsen hevði skeinkiloyvi frá 1860, heilt til fyrst í hesi øldini, tá ið bannið fyri brennivínshandli kom í gildi.
Og tá ið tey herfyri aftur søktu um skeinkiloyvi, sendu tey til stuttleikar tvítøk av tí elsta og tí nýggjasta av teimum gomlu skeinkiloyvunum við og bóðu um at fáa tey endurnýggjað, men tað var so ikki nóg mikið til at fáa loyvismyndugleikan at ganga teimum á møti.
Tað sæst á loyvunum, at í 1960 kostaði eitt skeinkiloyvi 120 ríkisdálar og í 1906 kostaði tað 200 krónur.
Men skeinkiloyvini siga eisini eina aðra søgu. Skeinkiloyvið, sum handilin fekk í 1906, er skrivað við hond, men tá ið fútin skrivar teimum skeinkiloyvið aftur í 1907, hevur hann fingið skrivimaskinu, tí tað er skrivað við maskin.
Men tær gomlu bøkurnar vísa eisini, at mangan var rættiligt lív í brennivínshandlinum á Tvøroyri. Soleiðis ber til at lesa, at tað serliga var í átjanhundrað og sekstiárunum, at nógv brennivín fór um diskin hjá Thomsen.
Men grovastu dagarnar, tey vita um, er vikan frá 14. til 20 juni í 1865, tí bara hesar sjey dagarnar seldu tey heilar 720 pottar av brennivíni. Ein pottur er áleið ein litur.
Hetta vóru hetlendskir og skotskir fiskimenn, sum keyptu stórt inn undir seg, tí heima hjá teimum var brennivínssølan ikki frí.
Hjá Thomsen siga tey, at yvirhøvur vóru hetlendingar og skotar grammir at keypa brennivín, tí tað kom mangan fyri, at skip haðani løgdu inn á Tvøroyri eftir loknan túr at keypa brennivín heim við- og sum tað sæst, var tað ikki smávegis, teir keyptu.
Tað sæst eisini, at tey hava ikki havt sørt av úrvali av brennivíni, tey hava havt bæði akvavitt, konjakk, rom, umframt kirsjuberjavín og annað vín, so har var eitt sindur av hvørjum at fáa.