Fiskivinnunýskipanin fylti nógv á landsfundinum hjá Sambandsflokkinnum í dag. Spurningur var reistur til fundarfólkið um Sambandsflokkurin skuldi gera eina semju við samgonguna.
Samgongan og Sambandsflokkurin samráddust leingi um eina fiskivinnunýskipan, sum tó ikki bar á mál til endans.
Tað var stórt sæð semja um, at Sambandsflokkurin átti at søkja eina breiða semju og ikki mótarbeiða einans fyri at mótarbeiða, men verða við at tryggja vinnuna, ið hevur liva í óvissu seinastu 10 árini.
Tó vórðu tað nøkur, ið førdu fram, at uppskotið, ið nú vat lagt fram, var somikið fløkt og langt frá uppskotinum hjá Sambandsflokkinum, at flokkurin ikki kundi taka undir við uppskotinum, men heldur leggja seg eftir at broyta tað somikið, serliga útutingina, at flokkurin kundi verða partur av eini semju.
Bæði Bjørn Kalsø og Magni Laksáfoss tóku orðið í kjakinum og søgdu, at mann átti at verða varin við núverandi uppskotinum, sum lá á borðinum. Magni Laksáfoss segði, at bulurin í uppskotinum líktist tí hjá Sambandsflokkinum og tí var okkurt at arbeiða við, men har vórðu tættir í uppskotinum, sum ikki líktust. Útlutingin var fyrst og fremst tað, ið skilti partarnar
Fleiri fundarfólk hartaðu Magna Laksáfoss, at hann var farin í fjølmiðlar og úttalað seg um, at hann hevði mælt til eina semju, men at flokkurin ikki vildi taka undir við honum.
Magni Laksáfoss segði, at flokkurin var ikki so ósamdur, sum fólk hildu og at uppskotið, ið samgongan kom við, var ikki tað, ið hann ætlaði at taka undir við. Tí var ósemjan ikki so stór sum hon er hildin at verða.
John William Joensen, fyrrverandi formaður í Norðoya Sambandsfelag, segði, at flokkurin mátta leggja seg eftir, at kjaka innanhýsis, men fara út sum ein felagsskapur. Hann segði, at formaðurin er tann, sum hevur úttalað seg og tað, sum næstformaðurin gjørdi var skaðiligt fyri flokkin.