– Hvør sigur, at vit ikki kunnu hava onkrar fanatiskar ungdómar í Føroyum?
Tann spurningin setir meirilutin Rættarnevndin hjá Løgtinginum.
Løgmaður hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at seta ymsar broytingar í passlógini í gildi í Føroyum.
Talan er um broytingar, sum eru settar í gildi í Danmark, sum ætlanin nú eisini er at seta í gildi í Føroyum.
Men kortini hevur Rættarnevndin eisini lagt til merkis, at tað er ein lógarbroyting, sum er sett í gildi í Danmark, men sum ætlanin ikki er at seta í gildi í Føroyum.
Hetta er ein lógarbroyting, har endamálið er at styrkja átøkini móti arbeiðnum at útvega fólk til vápnað stríð uttanlands, serliga í Sýria og Irak.
Lógarbroytingin gevur løgregluni heimild at nokta einum persóni at fáa eitt pass ella at draga eitt pass inn í ávísa tíð, halda tey at vandi er fyri, at viðkomandi fer at vera við í virksemi uttanlands, sum kunnu vera til vanda fyri trygdina í øðrum londum, ella eru ein hóttan ímóti almennu reglunum herheima.
– Herumframt kann løgreglan geva ferðaforboð, sum inniber, at ein persónur fær forboð fyri at fara úr Danmark í ávíst tíðarskeið.
Rættarnevndin staðfestur, at Landsstýrið hevur hildið, at hendan lógarbroytingin ikki er viðkomandi at seta í gildi í Føroyum, av tí at vit ikki hava hesar trupulleikar við fanatiskum ungdómum.
Men meirilutin í Rættarnevndini heldur, at hetta er ein skeiv avgerð.
– Vit halda, at tað er av stórum týdningi, at broytingarnar, sum gjørdar verða í donsku passlógini, eisini verða tiknar við í føroysku lógina, siga Kristin Michelsen, Magnus Rasmussen, Edmund Joensen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Hilbert Elisson
Tey halda rætt og slætt ikki, at tað ber til at siga, um vit ikki hava onkrar víðgongdar ungdómar í Føroyum.
– Hvør veit ella kann siga, at vit ikki kunnu hava onkran víðgongdan ungdóm í Føroyum, spyrja tey.
– Vit eru eitt altjóðagjørt samfelag, so hví skulu vit vera øðrvísi enn onnur lond, sum vit samanlíkna okkum við. Í staðin átti landsstýrið at bundið um heilan fingur og tikið hesa broytingina við í lógaruppskotið, leggja tey afturat.
Hinvegin staðfesta tey, at av tekniskum orsøkum ber ikki til at broyta uppskotið, Landsstýrið er komið við.
Hinir báðir limirnir í Rættarnevndini eru Ruth Vang og Magni Arge.