Vilja vinna Vágar

Kvinnurnar ætla at blanda seg álvarsliga upp í kommunalpolitikkin í Vágum í framtíðini. Farið verður undir upplýsandi fundarrøð í vikuni

Vágakvinnur ætla sær av álvara at gera seg galdandi í kommunalpolitikkinum. Tær hava skipað ein bólk, sum fer undir kunningarherferð at upplýsa um kommunalpolitikk sum heild, og serliga um, hvat kvinnur vilja í hesum sambandi.
Ein bólkur, sum nevnir seg Kvinnubólkurin í Vágum, hevur tikið stig til eina fundarrøð í oynni, har dentur verður lagdur á, at kvinnur tosa um kommunalpolitikk.
Fundirnir verða hildnir í øllum teimum størru bygdunum í Vágum, og fyrsti fundurin verður í Gamla Skúla í Sandavági fríggjakvøldið 11. juni klokkan 19.00. Síðan verður ein fundur í kommunuhúsinum í Sørvági mikukvøldið 16. juni klokkan 20.00, og tann triðji verður í kommunuhúsinum í Miðvági mikukvøldið 23. juni klokkan 20.00.
Marjun í Kálvalíð í Miðvági er ein teirra, sum hevur tikið stig til hetta tiltakið.
Hon sigur, at ætlanin er at fáa kvinnur, sum hava luttikið í kommunalpolitikki, at siga frá hesum arbeiði, eins og ætlanin eisini er at fáa tær, sum ætla sær at stilla upp til kommunuvalið í heyst, at greiða frá, hvat teirra hugsjón er, hví tær stilla up, hvat tær kunnu meira enn tey, sum frammanundan sita í bygdarráðunum, og so framvegis.
Dentur verður lagdur á at fáa so breiða geografiska umboðan sum gjørligt, siga tær, sum skipa fyri fundarrøðini í Vágum um kvinnur í kommunalpolitikki.