Viljin er sterkasta vápnið

B68 kendi ikki sína vitjunartíð á Svangaskarði, og sum 2. hálvleikur myndaðist, kom tað ikki óvart á, at klaksvíkingar at enda tryggjaðu sær sigurin

Tá ið sekundvísarin fór undir 90. umgangin í høgættarkuldanum á Svangaskarði, bendi alt á, at tað skuldi endað soleiðis, sum tað byrjaði. Innskifti Páll A. Klettskarð fekk í næstsíðsta minutti dagsins tilboð, men staddur mitt fyri málinum og úr níggju metra fjarstøðu sendi hann væl við síðuna av málinum, tá ið hann smekkaði til heldur enn at plasera bóltin.
Klaksvíkingarnir í ovara borði lættu sær á, og loftnaðu hendurnar vóru um at verða tiknar úr lummunum, men hatta var tað, og eitt stig var betri enn einki stig, mundi mangur maður hugsað.
Hjalgrím Elttør var í undanvindinum í 2. hálvleiki arbeiðssamur og eyðsýndur saman við Filip Djordjevic, ið hevur ment seg at vera snúningsdepulin í uppbyggjandi partinum, og sum eisini í verjupartinum arbeiðir ógvuliga nógv.
Tá ið vanliga leiktíðin var farin, royndi Hjalgrím seg úr 23 metrum og heilt av síðulinjuni í vinstru. Ivaleyst hjálpti vindurin eitt sindur til. Í hvussu so er sang bólturin í handara síðunetinum, uttan at Hans Jørgensen í B68 málinum tóktist hava møguleika at verja fyri.
Og teir bláu í ovara borði fingu uppaftur meiri at heita seg við. Páll A. Klettskarð umsetti upplegg frá Filip Djordjevic til eitt mál aftrat, eftir lítið sannførandi B68 verjuavrik, og nú kennist tað soleiðis, at nógv, sum hevur vent skeiva vegin, brádliga er snarað rætta vegin hjá Pálli Guðlaugsson og hansara monnum, ið als ikki vóru sannførandi, tá ið TB fór úr Klaksvík við málleysum javnleiki!
Umstøðurnar vóru ikki til polerað fótbóltsspæl, men KÍ vísti viljan, sum er alneyðugur í nærdystunum og í royndunum at fáa fatur á næstu bóltunum. Verjan var ansin og avgjørd, Heðin á Lakjuni fylti væl á sentrala miðvøllinum saman við Hjalgrími Elttør og Filip Djordjevic, Henry Heinesen og Andy Olsen arbeiddu nógv í borðunum – eisini í verjupartinum – og Bárður J. Heinesen tuskaði nógv sum fremsti maður. Hann hevði góðan møguleika seint í 1. hálvleiki, men Hans Jørgensen í B68 málinum vardi meistarliga fyri, og so var tað, at KÍ í 2. hálvleiki avgjørdi sær til fyrimunar.

Kendu ikki sína vitjunartíð
Sjálvandi vóru heimamenninir rættulig vónsviknir. Eftir framúr avrik og sigur í Gundadali ímóti meistarunum í B36, skuldi næsta stigið fram ímóti toppinum takast á heimavølli ímóti KÍ. At tað ikki eydnaðist kendist sum stórt vónbrot, og toftamenn áttu sjálvir ikki frítt av skuldini fyri, at tað miseydnaðist.
B68 legði bragdliga fyri undan lotinum. Fyrstu løtuna var tað breidd og tyngd í álopspartinum. Jústinus R. Hansen og Remi Langgaard arbeiddu nógv á sentrala miðvøllinum, Bjarki Johannesen og Jónleif Højgaard stríddust í borðunum, har Einar Hansen og Niklas Joensen yvirlappaðu fleiri ferðir. André Olsen hevði fleiri ferðir góðar fríspælingar, og Christian Høgni Jacobsen í fremstu røð leitaði eftir møguleikunum.
Einki serligt trýst var á verjuni, meðan tað í framrættaða spælinum fyrsta hálva tíman fleiri ferðir eydnaðist at koma í heilt góðar støður. Christian Høgni Jacobsen og Bjarki Johannesen áttu at havt skorað, men tað gjørdu teir ikki, og tað kostaði í ólukkumát!
Síðsta korterið av 1. hálvleiki vóru ábendingar um, hvønn veg tað bar, og í 2. hálvleiki var tað ikki gott. Saknurin tóktist vera stórur í skadda Jann Inga Petersen á sentrala miðvøllinum, og í fremstu røð varð Christian Høgni Jacobsen alt meiri einsamallur, eftir at André Olsen var útskiftur. Sørmundur Kalsø og Jógvan Isaksen høvdu gott tak á, tá ið langar sendingar vórðu sendar fram, og í síðunum typtu Álvur F. Christiansen og Ísak Simonsen fyri B68 gjøgnumbrotum.
Fyri B68 varð tað eyka tungt, at vinstri vongverjin Einar T. Hansen dygst undan síðsta bríksli sá gult fyri aðru ferð og harvið ikki verður tøkur, tá ið B68 leygardagin skal spæla 120 ára føðingardagsdyst á nýggja TB vøllinum við Stórá í Trongisvági!
Klaksvíkingar kendu seg orna gjøgnum mønu og merg, og nú ótolnast teir eftir, at FC Suðuroy skal koma norður sunnudagin. So er spurningurin, hvussu tað verður við viljanum. Toftamenn vita alt um, at hann kann vera rættuliga ymiskur og eftir lítlari viku ikki vera at kenn aftur!