Viljin gjørdi munin

Hetta vóru orðini frá Johnny Joensen, sum efti r dystin kundi frøast um, at talan nú verður um ein rættuligan finaludyst komandi vikuskifti

Ein av teimum VÍF leikarum, sum so at siga alt árið hevur verið í støðugari framgongd, er Johnny Joensen.

Ikki minst er tað stríðsviljin, sum ofta ger munin millum hann og aðrar leikarar, tí hann gevur seg altíð 100%, tá hann er á vøllinum. Eisini í dystinum sunnudagin kom hetta til sjóndar. Serliga var hetta sjónligt í fyrra hálvleiki, tá flestu viðleikararnir tóktust at vera darvaðir av týdninginum, sum dysturin hevði.

Eftir dystin sunnudagin fingu vit orðið á Johnny, og skilligt var, at hann var nøgdur við avrikið sum heild.


Viljin á muni

- Fyri mótt viðkomandi er tað viljin, sum í nógvum førum gevur bonus, og í dag var hetta eisini galdandi fyri liðið, helt Johnny fyri. Serliga helt hann, at tað í seinna hálvleiki var sjónligt, at tað vóru vestmenningarnir, sum vildu vinna dystin.

Annars helt hann at tað í fyrra hálvleiki gekst heldur striltið hjá VÍF liðnum at koma inn í dystin.

- Tað tóktist nærum soleiðis, at menninir ikki vóru nóg uppsettir, og í verjupartinum riggaði als einki hjá okkum. Serliga var tað Arturi, sum vit ikki fingu fatur á, men tað var als ikki bara hann. Tá vit so í seinna hálvleiki komu nøkur mál fram um, hvurvu nervarnir meira ella minni, hóast vit høvdu eina heldur deyða periodu í seinna hálvleiki, greddi Johnny frá. Í sama viðfangi legði hann dent á, at Bárður stóð ein heilt fantastiskan seinna hálvleik, og á tann hátt forðaði fyri, at strandingarnir komu inn aftur í dystin.


Trupulleikar í fyrra hálvleiki

Annars helt Johnny, at tað yvirhøvur hevur verið soleiðis í fleiri dystum, at spælið í fyrra hálvleiki ikki hevur verið nøktandi. Hinvegin hava teir aloftast fingið tosað somikið væl saman í hálvleikinum, at teir hava megnað at vent gongdini, og á tann hátt vunnið fleiri javnar dystir.

- Tað er ikki soleiðis at vit fáa nakra skolu frá Hjalmari í hálvleikssteðginum, men heldur soleiðis at vit fáa greiðu á ymsum lutum, soleiðis at vit kunnu lyfta spælið seinna hálva tíman, var hansara boð upp á loysnina av hesum trupulleika.


Klárt til seinasta dystin

Um hetta fyribrigdið aftur fer at gera seg galdandi komandi vikuskiftið er sjálvandi ilt at siga, men sjálvur nevndi Johnny einki um hetta, tá tosið fall inn á avgerandi dystin komandi vikuskiftið.

- Nú megnaðu vit so at fáa tvey stig fyri dystin í dag, og so mugu vit orðna restina komandi sunnudag, vóru seinastu orðini frá honum, áðrenn vit takkaðu fyri prátið og lótu leikaran við trettan-talinum á rygginum fara inn til liðfelagarnar.