Fótbóltur er liðspæl. Tað er gott at hava eyðsýndar einstaklingar. Teir kunnu ofta gera munin á, hvør endar omaná, og hvør endar undir. Men sum oftast er avgerandi, hvussu eindin riggar. Eitt gott dømi um hetta var fríggjakvøldið, tá ið Víkingur rudduliga streyk avstað við øllum stigunum, tá ið gøtumenn og leirvíkingar vitjaðu grannarnar við Løkin.
Víkingur vísti størsta partin av tíðini besta liðavrikið. Hugburðurin var framúr. Nærlagni og styrkin í nærdystunum vóru stór, og sum 2. hálvleikur leið, lýsti viljin at vinna nógv meiri út av teimum ljósa bláu, sum høvdu meiri ferð og vóru nógv meiri avgjørdir.
NSÍ legði seg á odda beinanvegin. Víkingur gjørdi óneyðugt fríspark í vinstru ímóti Einari Hansen, Hjalgrím Elttør sendi innfyri, og Øssur Dalbúð var aftur hesa ferð á rætta staðnum í røttu løtuni, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið.
Eftir málið leikaði javnt á í eina løtu, men so við og við sást, hvønn veg tað bar. Gestirnir vóru grammari og arbeiðssamari, og heimamenninir høvdu alt meiri ilt við at finna saman og at vinna týdningarmiklu nærdystirnar og returbóltarnar.
Sølvi Vatnhamar og Sam Jacobsen vóru óførir á sentrala miðvøllinum, og umframt dygdirnar í liðavrikinum, so hevði Víkingur mest eyðsýnda mannin á vøllinum:
Andrias Lava Olsen var støðug hóttan fyri heimaverjuna og eisini miðvøllin, tá ið hann fór aftur á vøllin fyri at fáa fatur á bóltinum. Tað gekk ógvuliga illa at fáa bóltin av honum, og ikki minst hansara einmansavrik var orsøkin til, at Víkingur fekk valuta burtur úr yvirvágini, sum gjørdist alt størri.
Men tað tók sína tíð. Tórður Thomsen helt NSÍ málið reint, inntil minni enn eitt korter var eftir. So skrædnaði, og tað var væntandi. Erling Jacobsen, sum var ytstur á miðvøllinum í vinstru, gjørdist alt meiri eyðsýndur og vísti ferð og tyngd í gjøgnumbrotunum, og fleiri vandastøður spurdust burturúr innleggunum.
Útjavnandi málið stóðst av verjumistaki. Tórður Thomsen var ov seinur eftir kiksaðari afturlegging, Andrias Lava Olsen var sum eitt fok har og fór um koll, og dómarin peikaði á brotssparksblettin. Liðformaðurin, Niclas Niclasen, var púra kaldur og tryggur, og tað kendist, at tað var meiri eftir í posanum hjá Víkingi.
Erling Jacobsen skoraði til 1-2. Eftir bólttap var Zoltán Bukzegi enn eina ferð fyrri á enn mótstøðumenninir, hann smekkaði til eitt sindur úr høgru, málverjin hálvbjargaði, og sum í flestu øðrum støðum, so var ein víkingur fyrstur á returbóltinum.
So fekk NSÍ skund. Skiftingarmøguleikarnar høvdu teir brúkt. Einasti málskjúttin, Øssur Dalbúð, slapp ikki á vøllin eftir steðgin, og miðskeiðis í 2. hálvleiki vóru tvær skiftingar gjørdar í roynd at tippa.
At nógv fólk varð flutt fram á vøllin síðstu løtuna bar fleiri vandamiklar støður við sær frammanfyri NSÍ málið enn í hinum endanum. Karoly Potemkin hevði sum rímuligt var torført við at samskifta við liðfelagarnar. Ofta var hann úti í borðunum, og so var eingin gulur í mótstøðubrotsteiginum.
Aco Panudorvic sá reytt fyri professionelt fríspark, og so var tað, at liðavrikið og dygdirnar hjá mest eyðsýnda einstaklinginum gingu upp í hægri eind: í snarálopi spældi Erling Jacobsen, sum var staddur mitt fyri, eitt sindur í høgru og framum tunnu verjuna, og Andrias Lava Olsen smekkaði bóltin í málið.
Meistararnir vóru enn eina ferð mintir á, at grannarnir hinumegin Eiðið eru ikki at spæla við. Teir vístu bestu liðdygdirnar, og teir áttu besta einstaklingin.
Nú er Víkingur á triðja plássi, og um teir halda fram við somu ferð, so kunnu teir røkka uppaftur hægri. Spurningurin er, um teir nú fara at megna at halda tørn um dygdirnar, sum eru tær, ið avgera tættar fótbóltsdystir.