Viljormur Davidsen skal hava nýggjan høvuðsvenjara

Constantin Gâlcã fekk tvey og eitt fjórðings ár sum høvuðsvenjari hjá Vejle

Viljormur í Heiðunum Davidsen og liðfelagarnir í Vejle sum yvirlivir hetta kappingarárið í donsku superliguni skulu hava nýggjan høvuðsvenjara.

 

Constantin Gâlcã kom í starvið sum høvuðsvenjari hjá Vejle 6. mars í 2019.

 

Constantin Gâlcã megnaði saman við Vejle at vinna sær uppflyting til superliguna farna kappingarár, og hetta kappingarárið er tað eydnast at yvirliva í superliguni.

 

Constantin Gâlcã hevur tó - við føroyskum brillum - týggjað sær heldur margháttligt móti Viljormi Davidsen. Viljormur var úti av hópinum, slapp so loksins at sita á beinkinum nakrar dystir áðrenn hann fekk spælitíð aftur, og megnaði harvið at gerast útlendingurin við teimum flestu dystunum fyri besta liði hjá Vejle.

 

So fekk Viljormur aftur álitið frá Constantin Gâlcã, men aftaná Viljormur var við landsliðnum í Moldova, Eysturríki og Skotlandi hevur Constantin Gâlcã  - sæð við føroyskum brillum - revsað Viljorm fyri at hava verið "burtur", og síðani teir tríggjar HM-undankappingardystirnar hevur aftur verið soltið við spælitíð til Viljorm.

 

Pierre Bengtsson sum er leigaður úr FC Keypmannahavn hevur fingið álitið á vinstra bakki síðani Viljormur var á landsliðsferðini í Moldova, Eysturríki og Skotlandi. Tað góða hjá Pierre Bengtsson er so, at hann hevur betri møguleika at vera tikin út til svenska EM-hópin til komandi EM-endaspælið. 

 

Constantin Gâlcã spældi í sínari tíð 68 landsdystir fyri Rumenia millum 1993 og 2005, tá Rumenia hevði sítt besta tíðarskeið í nýggjari tíð. 

 

Viljormur Davidsen hevur leikt 49 landsdystir fyri Føroyar, og kann hann í venjingardystinum móti Íslandi á Tórsvølli 4. juni spæla sín landsdyst nummar 50.